Kapping er av tí góða

-Vi har satt oss som mål å være færøyenes fremste og beste forsikringsselskap. Dette betyr ikke at vi skal klamre oss til monopolets 100 % markedsposisjon. Nei, konkurranse er godt og det skjerper oss som organisasjon og gjør oss bedre. Heldigvis, kan vi forvente mer konkurranse i tiden som kommer segði nýggi varastjórin í Tryggingarfelagnum Føroyar, Edvard Heen , tá móttøka var á Kongabrúnni herfyri

Nú um dagarnar fekk Tryggingarfelagið Føroyar nýggjan varastjóra. Talan er um ein gamlan kenning í føroyskum vinnulívi, Edvard Heen. Hann arbeiddi í Sjóvinnubankanum fyri nógvum árum síðani men fór síðani heimaftur til Noregs at arbeiða. Herfyri leitaði hugurin henda vegin aftur, og Edvard Heen varð eitt skifti deildarleiðari í Føroya Banka, til hann frá 1. oktober tók við sum varastjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.

Á samkomu í sera hugnaliga "bakgarðinum" á Kongabrúnni vóru nógv umboð fyri føroyskt vinnulív møtt fyri at heilsa nýggja varastjóranum. Ein teirra var Gunnar ì Liða, forstjóri í felagnum. Hann ynskti Edvard Heen vælkomnan í felagið og vónaði, at hann fór at trívast. -Vit vænta, at tú við tínum royndum bæði her á landi og eisini uttanfyri landoddarnar, fert at vera ein íblástur fyri felagið og fyri starvsfólkið her.

Forstjórin í í felagnum segði víðari: -Tryggingarfelagið Føroyar er eitt gamalt felag. Men vit ynskja tó – samstundis sum vit minnast okkara røtur – at vera við í fremstu røð, og tí er okkara mál framhaldandi at vera fremsta og besta tryggingarfelag í landinum”, og okkara setningur er, at ”Vit skapa tryggleika”. Hetta eru stór orð, og vit kunnu ikki røkka hesum málum uttan við góðari leiðslu og við góðum starvsfólkum. Tað er púra vist, at kravið til okkum sum felag veksur støðugt, og vit vilja eisini seta okkum sjálvi stór krøv. Vit vita, at vit eru tey í landinum, ið vita mest um trygging, og vit vilja støðugt menna og útbúgva okkum, soleiðis at vit til eina og hvørja tíð kunnu liva upp til okkara hugsjón, og samstundis skapa tann tryggleika, ið er neyðugur at hava í einum slíkum framkomnum samfelagi sum okkara.

Rótfest í føroyska samfelagnum og í føroyska vinnulívinum so vilja vit altíð vera tað felagið, sum myndar trygging her. Og uppgávan hjá Edvard er at tryggja, at vit framhaldandi eru og vera í fremstu røð innan trygging. Edvard vil í dagligdegnum fáa ta operationellu ábyrgdina av at leiða tryggingarvirksemið, og eg síggi fram til eitt gott samstarv.

Kapasitetur
Hvør er so hesin Edvard. Hann er norðmaður, 48 ára gamal. Útbúgvin búskaparfrøðingur frá handilsskúlanum í Keypmannahavn, og giftur við føroyskari kvinnu, Kristiannu Mohr. Hann hevur royndir bæði frá útlendskum fyritøkum og eisini føroyskum fyritøkum. Hevur í tveimum umførum búð her í Føroyum. Fyrstu ferð í tíðarskeiðnum 1988 – 93 og nú síðani 2005.

Við hesum kapasiteti vænti eg, at vit kunnu menna felagið enn meira. Eg vænti og trúgvi, at vit við respekt fyri okkara søgu og okkara rótfesti, kunnu hyggja frameftir, og taka ímóti teimum avbjóðingum sum eru fyri framman. Avbjóðingarnar eru har, og tað er tað, sum ger tað bæði stuttligt og spennandi at arbeiða her. Vit hava eitt framúr gott starvslið, sum tú kemur at arbeiða saman við, og eg ivist heldur ikki í, at hesi fara, og longu hava, tikið væl ímóti tær.

Men eisini ynski, eg at vit framhaldandi skulu betra okkara tænastustøði mótvegis okkara kundum. Tað eru tit kundar, ið eru grundarlagið fyri, at vit eru til sum felag. Sum størsta tryggingarfelag í Føroyum, hava vit breiða kontaktfladu. Vit hava samband við stórt sæð øll húski, øll virki, øll skip og allar almennar stovnar í Føroyum í dag. Vit avgreiða uml. 10.000 skaðar um árið. Skaðar, ið kosta alt frá nøkrum fáum krónum til fleiri milliónir. Vit vilja stremba eftir, at øll okkara viðskiftafólk skulu føla seg trygg, í at fáa eina rætta viðgerð tá ið skaðin hendir.

Tað er við treysti, at eg bjóði okkum fram sum felag, vitandi at tað er ein stór ábyrgd, men eisini vitandi, at vit hava tey røttu starvsfólkini til at kunna liva upp til tað stóra álit, ið okkara viðskiftafólk hvønn dag vísa okkum.

So Edvard. Tínir forfedrar stevndu í fornari tíð vestur í hav. Nakrir sóu hesar vøkru oyggjar og steðgaðu á her. Eitt nýmótans samfelag er síðani ment her. Hóast tú hevur verið eitt sindur seinur á veg, so vilja vit siga, at betur seint enn ongantíð, at tú uppdagaði hesar oyggjar, tað varð kanska eitt vakurt sprund, ið var orsøkin til, at tú fekst eyguni upp....so tú skalt vera hjartaliga vælkomin, og eg vænti heldur ikki at tín partur ikki at liggja eftir segði Gunnar í Liða á móttøkuni.

Gott við kapping
Edvard Heen takkaði fyri orðini og segði m.a.: - Det å begynne å arbeide i Tryggingarfelagið Føroyar – eller TF, innebærer at man trer inn i en bedrift med lange tradisjoner. Tradisjoner og historikk vi kan være stolte av. TF er en bedrift som har som hensikt å skape trygghet - for oss som privatpersoner og for bedrifter. Vi har satt oss som mål å være færøyenes fremste og beste forsikringsselskap. Dette betyr ikke at vi skal klamre oss til monopolets 100 % markedsposisjon. Nei, konkurranse er godt og det skjerper oss som organisasjon og gjør oss bedre. Heldigvis, kan vi forvente mer konkurranse i tiden som kommer. For oss betyr det å være ”fremste og beste” at vi setter kundene i fokus og leverer kvalitet i det arbeidet vi gjør, segði nýggir varastjórin.