Um vikuskifti fóru føroysku fimleikararnir aftur í eldin, tá fyrra steypakappingin varð hildin í Runavik Støkk gjørdist stóri vinnarin, tá pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur kappaðust í fyrru steypakappingini í estetiskum fimleiki um vikuskiftið. Støkk vann 3 gullheiðursmerki, eitt silvur og eina bronsu.
Støðið var høgt, hóast venjingarformurin enn ikki er tann besti. Men at kappingin er so tíðliga á árinum, ger, at luttøkan ikki er so stór.
Hjá kvinnunum var tað t.d. bert HF, ið luttók.
Næsta steypakappingin verður í mars, og tá væntar fimleikasambandið, at fleiri lið fara at luttaka.