Kapping fyri 14 ára gomul


 

Leygardagin skipaði Flogbóltssambandið fyri kapping fyri teimum14 ára gomlu. Kappingin var í Gundadalshøllini í Havn og 14 lið vóru tilmeldað. 10 gentulið og 4 dreingjalið. Til samans vórðu einir 50 dystir leiktir.

Fleiri av hesum ungu vístu, at tey duga at spæla flogbólt, og at framtíð er í teimum. Sum ikki einaferð var tað TB, sum stóð seg best hjá gentunum. Hjá dreingjunum var tað SÍ, ið vann, og tað letur til, at SÍ hevur sera góða ungdómsdeild hjá dreingjunum.


Úrslitið varð hetta:


Gentur 14 ár Dreingir 14 ár


nr. 1 TB a nr. 1 SÍ

nr. 2 TB b nr. 2 TB

nr. 3 SÍ a nr. 3 Fleyr

nr. 4 KÍF nr. 4 ÍF

nr. 5 Nøvan a

nr. 6 SÍ b