Leygardagin tann 5. juni skipaði Føroya Seyðahundafelag fyri seyðahundakapping i Havnardali. Nakað av fólki var komið at hyggja eftir kappingini, sum hevur verið fyri stórari menning seinnu árini. Sagt varð, at hundarnir róku seyðin við stórum neyvleika. Í klassa 3 vann Moss við Apsalon Hansen, sum fingu 308 stigum. Í klassa 2 kappaðust sjey hundar, og ta kappingina vann Peik við Hanus Højgaard. Teir fingu 268 stig. Og í klassa 1 varð tað hundurin Tweed hjá Jónleif Sólsker, sum vann við 163 stigum. Vinnararnir fingu steyp.
hkm