Tórshavnar kommuna hevur skrivað út arktitektakapping um, hvussu miðbýurin skal síggja út í framtíðini.
Á heimasíðu sínari skrivar kommunan,at arkitektakappingin er ein liður í arbeiðinum at leggja til rættis eina skipaða miðbýarmenning.
- Kommunan ynskir at víðka um miðbýin og samstundis varðveita upprunalig snið við atliti at bygging og landslagi. Men samstundis ynskir kommunan at skapa møguleikar at byggja hægri og tættari og á tann hátt geva rúmd fyri spennandi arkitekturi. Eisini verður stórur dentur lagdur á, at børn og vaksin, privatar og almennar tænastur, vinnulív og stovnar fáa so góð kor at virka undir í miðbýnum sum gjørligt. Endamálið við kappingini er at tryggja byggilistarligu kósina í miðbýnum nógv ár fram í tíðina, stendur at lesa á heimasíðuni.
Kappingin er býtt upp í tveir høvuðstættir. Arkitektarnir skulu gera eina heildarætlan fyri allan miðbýin og haraftrat evna til eitt prosjektuppskot fyri økið kring Steinatún - frá Kongagøtu og oman til Sverrisgøtu. Kappingin um økið kring Steinatún snýr seg um at skapa røttu karmarnar soleiðis, at umhvørvið er virkið og væl virkandi. Tað er einki at taka seg aftur í, at Steinatún er eitt tað týdningarmesta vegamótið fyri bæði koyrandi ferðslu og fólk til gongu. Tí er eisini umráðandi, at luttakararnir í kappingini greina og lýsa støðuna og finna fram loysnir, ið skapa trivnað millum fólk og veita handilslívinum góðar karmar. Fyrsta stigið at menna ein part av miðbýnum er eisini tikið við at skriva út prosjektkapping fyri økið kring Steinatún. Og eftir ætlan verður skipað fyri fleiri kappingum seinni, har onnur øki í miðbýnum verða raðfest og ment. Tórshavnar kommuna hevur á fíggjarætlanini fyri 2014 sett av 9 mió. kr. til miðbýarætlanina umframt aðrar 5 mió. kr. til fríðkan av býnum, spælipláss í miðbýnum og gongugøtuna. Ein dómsnevnd, ið telur 10 limir, skal meta um uppskotini. Formansskapurin í býráðnum og tveir stjórar í kommununi eru í dómsnevndini. Harumframt eru umboð fyri handils- og ferðavinnuna við í dómsnevndini, umframt 3 fakdómarar.