Gulllaksur
Í gulllaksavertíðini í ár hava tilsamans seks skip verið á hesi veiði. Skipini eru Stjørnan og Polarhav, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin og Vestmenningur og Fram.
Skipini hava partrolað tvey og tvey.
Tey fyrstu skipini byrjaðu at fiska í apríl, og sum heild byrjaðu hesi seks skipini nøkulunda í senn.
Vestmenningur og Fram vóru tó styttri á gulllaksi enn hini fýra skipini. Annað skipið fekk nevniliga maskinskaða, og tað tók einar tríggjar vikur, áðrenn skipini kundu loysa aftur.
Vestmenningur og Fram góvust eisini at fiska nakað eftir hálvan august, meðan hini bæði pørini júst eru givin á hesi veiði.
Tavan í Leirvík, ið er pionerur innan gulllaksaframleiðslu í Føroyum, keypti serliga fiskin hjá Polarhavi, Stjørnuni og Eysturbúgvanum.
Gott ár í nøgd
Jóan Magnus Rasmussen, stjóri á Tavuni, sigur, at hetta árið hevur verið tað næstbesta í nøgd hjá virkinum, síðan farið varð undir hesa framleiðslu í 1992 undir táverandi Frost, sum fiskavirkið í Leirvík tá kallaðist.
- Jú, hetta hevur verið ein góð vertíð í nøgd, og fiskurin hevur bæði verið stórur og góður. Vit keyptu tilsamans 7.365 tons í ár, og besta árið frammanundan var 8.250 tons.
Stjórin sigur, at við tað, at skipini byrjaðu so tíðliga at fiska gulllaks í ár, hevur ikki so nógv trýst verið á framleiðsluni sum okkurt árið frammanundan, tá veiði-og framleiðslutíðin var styttri.
- Og tó; tá mest hevur verið at gjørt, hava vit arbeitt seks dagar í vikuni í tveimum vaktum, og nú vertíðin er av á hesum sinni, er fólk troytt og hava brúk fyri einum lítlum andarholi.
Ein bardagi
Jóan Magnus vísir á, at alla gulllaksavertíðina hava tey arbeitt í tveimum vaktum – tann fyrra frá klokkan 06 á morgni til klokkan 16 seinnapartin og tann seinna frá klokkan 16 til 02. Umleið 25 fólk hava verið á hvørji vaktini.
- Eg vil siga, at framleiðslan hevur gingið væl, men stundum hevur tað verið ein ”bardagi” um at fáa nóg mikið av fólki. Tað hevur so gingið. Vit hava eina stammu av fólki á virkinum, men tey eru altíð fleiri, sum eru lutfalsliga nýggj, sigur hann.
Færri enn 10 útlendingar hava arbeitt á Tavuni í summar, men stjórin væntar, at flestu teirra, sum nú eru í starvi hjá felagnum, fara at halda fram í vetrarhálvuni eisini.
- Vit hava havt fólk úr ymiskum londum, og serliga hava póllendingarnir verið teir talsterkastu. Í dag eru fleiri av Filipinunum. Vit hava verið væl nøgd við útlendsku arbeiðsmegina á virkinum, sigur hann.
Einki rok
Jóan Magnus sigur, at fiskiskapurin hjá skipunum, sum vóru á gulllaksi í vertíðini, ongantíð var serliga rokaligur, men hann heldur, at fiskiskapurin var rímiliga góður kortini.
- Hetta hevur ikki verið tað besta árið hjá skipunum í nøgd, men fiskurin hevur verið heldur størri enn eitt miðalár. Sum heild, er gulllaksurin góður hesa tíðina av árinum.
Hevur fiskiskapurin ikki vignast so ógvuliga væl hjá skipunum, hevur prísurin hinvegin verið rímiliga góður.
- Vit hava í miðal goldið 3,45 krónur fyri kilo, og tað er meira, enn skipini fingu í vertíðini í fjør. Hesin prísurin er av teimum frægu, sigur Jóan Magnus.
Stjórin vísir á, at marknaðarprísurin fyri lidnu vøruna ikki hevur verið líka góður lutfalsliga, sum prísurin á ráfiski hevur verið.
Størri kapping
Spurdur, um kappingin um fiskin, nú virkið hjá Føroya Fiskavirking í Vestmanna eisini hevur arbeitt gulllaks, hevur kvinkað ráfiskaprísirnar uppeftir, heldur hann, at lítil ivi man vera um tað.
- Jú, sjálvandi hevur tað havt sína ávirkan, at tveir keyparar eru heldur enn ein, leggur hann aftrat.
Jóan Magnus væntar ikki, at úrslitið av gulllaksavertíðini hjá Tavuni í ár verður líka so gott sum í fjør, men hann vónar kortini, at vertíðin hevur hingið saman, tá ið saman um kemur.
Tavan hevði eitt sera gott ár í fjør – og sítt besta ár, síðan felagið keypti fiskavirkið í Leirvík og fór undir at virka gulllaks á vári í 1994.
- Øll árini hava hingið saman, men okkurt árið vóru vit beint omanfyri ”botnlinjuna”. Onnur ár hevur gingið væl, og í fjør høvdu vit 7,5 miljónir krónur í avlopi eftir skatt, sigur hann.
Tavan arbeiðir gulllaks í summarhálvuni og upsa í vetrarhálvuni.
- Vit miðja eftir at byrja við upsanum 1. oktober, og málið hjá okkum er at virka 2.000 tons, til gulllaksavertíðin byrjar aftur í apríl. Høvuðsframleiðslan á virkinum í vetrarhálvuni er portiónir úr upsa, sigur Jóan Magnus.
Enn ov tíðliga
Keyparalondini av gulllaksafarsinum hjá Tavuni eru serliga Noreg og skandinavisku londini annars. Ein partur av framleiðsluni fer til Onglands. Hetta eru somu marknaðarlond, sum felagið hevur havt farnu árini.
Stjórin heldur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu árið kemur at vignast.
- Hetta veldst eisini um, hvussu leveringin av gulllaksavøruni verður – hvussu nógv fer avstað í hesum árinum, og hvussu nógv fellir inn í komandi ár.
Tað er soleiðis, at Tavan hevur leveringsavtalur við gulllaksi yvir longri tíðarskeið.
Spurdur, um felagið í Leirvík hevur merkt nakað til, at annað føroyskt felag eisini er farið at virka munandi nøgdir av gulllaksi, sigur hann.
- Nei, eg vil siga, at hetta hava vit ikki merkt nakað serligt til úti á marknaðinum, hóast hitt felagið lutvíst er á sama marknaði sum vit.
Jóan Magnus vísir á, at ein danskur bátur, sum í fleiri ár hevur veitt gulllaks, er givin av fiska vegna skerjingar, og somuleiðis hevur hann skilt, at veiðitíðin hjá norskum skipum, sum veiða gulllaks, er stytt.
Søgan í stuttum
Tað var í 1992, at táverandi Frost byrjaði at virka fars úr gulllaksi.
Tað vóru Ingvar Joensen og Jóan Magnus Rasmussen, sum gingu á odda og slóðaðu fyri hesi framleiðslu.
Eftir 1992 endaðu flestu fiskavirki í landinum í tí tá nógv umtalaða mølposanum, og millum hesi var eisini Frost í Leirvík.
- Í 1994 sluppu vit at leiga virkið til hesa framleiðslu, og í februar mánaði 1994 sá Tavan dagsins ljós. Síðan tá hevur høvuðsframleiðslan á virkinum verið fars úr gulllaksi, sigur Jóan Magnus Rasmussen.
Ingvar Joensen hevur øll árini verið ein avgerandi primus-motorur í hesum virksemi.
Stjórin væntar ikki, at árið í ár verður eins gott og 2006.
- Ráfiskaprísirnir á gulllaksi eru lutfalsliga øktir meira enn marknaðarprísurin, lønirnar eru øktar og útreiðslurnar somuleiðis. Umleggingar av virkseminum hava eisini kostað pening. Vit vænta tískil eitt lakari ár í ár enn í fjør, men vit vóna, at tølini á botnlinjuni vera í lagi, sigur Jóan Magnus Rasmussen.
Tavan telist millum tey fiskavirki í landinum, sum gjøgnum árið hevur flestu tímarnar til arbeiðsfólkið, og tað eru ikki so fáar lønir, sum fara um tær 200.000 krónurnar, tá árið er liðið.