UPPTAKT
Saman við VB eru Stjørnan og Neistin tey bæði liðini, sum hava myndað oddin í bestu kvinnudeildini seinnu árini. Í ár hava tað serliga verið Stjørnan og Neistin, sum hava kappast um oddasessin, og nú endaspælið er hálvrunnið, er bert eitt stig á muni millum liðini.
Sunnudagin bresta tey so aftur saman, og hetta kann blíva dysturin, har endaligi vinnarin av endaspælinum verður funnin. Vinnur Stjørnan dystin, so fara tær trý stig fram um Neistin, meðan ein sigur til Neistin hevði lagt tær eitt stig fram um Stjørnuna.
Stjørnan havt munin
Síðstu dystirnar ímilum liðini hevur Stjørnan snøgt sagt vundið burtur úr Neistanum. Í fyrsta dystinum í endaspælinum vann Stjørnan ein tepran trý mála sigur á Hálsi, men í hálvfinalunum í Coca Cola-kappingini var eingin ivi.
Her vann Stjørnan við 22 málum samanlagt, so um Neistin skal gera sær nakran vónir um at vinna dystin, so skulu tær spæla betri enn í hálvfinalunum.