Kappingarførir prísir

Jónsvein Joensen, leiðari á P/F Alnót, sigur at teir eru sera fegnir um nýggju prísásetingina, sum ger tað møguligt hjá teimum at taka kappingina við Føroya Tele upp

Í stuttari viðmerking til Sosialin sigur Jónsvein Joensen, at teir eru sera fegnir um, at Vinnumálastýrið, Fjarskiftiseftirlitið og Finnbogi Arge, landsstýrismaður, hava verið so avgjørdir í hesum máli.

Tað at hesir partar hava skorið ígjøgnum í málinum, hevur nú havt við sær, at vit í Føroyum eru komin niður á príslegu, sum er eitt úrslit av marknaðarkreftunum, og at prísirnir sostatt ikki eru úrslit av eini monopolstøðu, sum eitt einstakt virki hevur.

Byrja í næstum

Í løtuni fara samráðingar fram millum Føroya Tele og Fjarskiftiseftirlitið um, hvørjar treytir skulu vera galdandi, tá aðrir útbjóðarar á marknaðinum skulu nýta føroyska fjarskiftisnetið, sum Føroya Tele er loyvishavari at.

Jónsvein Joensen sigur, at hesar samráðingar væntandi vera lidnar í hesum mánaði, og at P/F Alnót tá fer undir at bjóða viðskiftafólkum teletænastur innan øll øki, og ivast hann onga løtu í, at teir tá verða kappingarførir á øllum økjum.