Kappingarnevndin skal viðgera HB-málið

Dómsnevndin hjá FSF ógyldaði mánakvøldið úrskurðin hjá Starvsnevndini um, at HB hevði tapt í steypakappingini. Men úrskurðurin fríkendi ikki HB, og nú skal málið koyrast av nýggjum

Fótbóltur

Allir úrskurðir hjá Dómsnevndini eru endaligir. Tað verður staðfest í grein 42 í kappingarreglunum hjá FSF.
Spurningurin tykist tó vera, hvat hetta hugtakið inniber, og í fløkta málinum um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen tykist hetta so ikki merkja, at seinasta punktum er sett.

Niðurstøðan var tann sama
Síðani tað kom fram seinast í mars mánaði, at alt ikki ruggaði rætt viðvíkjandi spæliloyvinum hjá HB-framherjanum, hevur nógv verið ført fram um málið. Kanska eisini somikið nógv, at fleiri hava havt ilt við at fylgja við í tí, sum er farið fram.
Í botn og grund, so snýr málið seg um, hvørt Páll M. Joensen hevði loyvi at vera partur av liðnum, tá HB tann 25. mars vann á VB/Sumba í kappingini um Løgmanssteypið.
Staðfest er, at spæliloyvið hjá Páll tá ikki var komið fram til HB, og sambært strongu siðvenjuni á økinum, so er spælari tá at meta sum ólógligur.
Sambært grein 39 petti 3, so kann FSF taka mál upp, hóast kæra ikki er send inn. Tað var eisini tað, sum hendi, tá vantandi spæliloyvið kom undan kavi. Eins og fyri einum ári síðani  tá KÍ og B36 vórðu dømd at tapa dyst  so vildi Kappingarnevndin ikki einsamøll taka støðu í málinum. Tí varð hetta lagt fyri aðalnevndina, sum kom til júst somu niðurstøðu sum í fjør. Nevnliga at uttan spæliloyvi hevði spælarin ikki loyvi at spæla. Og at felagið tí skuldi tapa dystin.

Ósemja í dómsnevndini
HB gjørdi alt fyri eitt greitt, at dómurin varð kærdur til Dómsnevndina. Her varð málið í fyrstu atløgu viðgjørt á fundi fríggjadagin, og mánadagin fyrilá so niðurstøðan.
Niðurstøðan hjá dómsnevndini framgongur aðra staðni her á síðuni, men tað er merkisvert, at talan var um eina ósamda Dómsnevnd, sum kom við úrskurðinum. Meirilutin  Jónfinn Thomsen og Dánjal Andreasen  staðfestu, at formligir feilir vóru í málsviðgerðini, og at allar avgerðir í hesum vórðu ógyldagar. Ein niðurstøða, sum triði limurin, Høgni Høgnesen, als ikki var samdur í.
Við øðrum orðum vil hetta siga, at Dómsnevndin ongantíði tók støðu til kjarnuna í málinum. Allar avgerðir hjá Dómsnevndini eru endaligar, men í hesum førinum varð juridiska tulkingin so tann, at niðurstøðan flutti málið aftur til dag null. Altso fer kappingarnevndin nú av nýggjum at viðgera spurningin, hvørt HB hevði loyvi at nýta Páll M. Joensen, tá teir 25. Mars. vunnu 4-1 á VB/Sumba.