Kappingarnevndin tikið avgerð um leikbann til Santos

Kappingarnevndin viðgjørdi á fundi hóskvøldið, hvørja revsing reyða kortið, sum Alex Jose dos Santos hjá B36 fekk í grannuppgerðini móti HB, skal hava við sær. Mikil øsing var um hetta reyða kortið, og niðurstøðan av viðgerðini hjá Kappingarnevndini var, at talan bert verður um tann eina leikdagin, sum reytt kort av sær sjálvum ber við sær. Harvið kann Santos ikki spæla við í dystinum ímóti EB/Streymi sunnudagin, men hann verður tøkur aftur til dystin mikukvøldið, tá GÍ vitjar hjá B36 í Gundadali.