Páll A. Klettskarð og Klæmint A. Olsen vóru so seint sum fríggjakvøldið liðfelagir, tá landsliðið spældi móti Kosovo. Á túrinum høvdu teir kamar saman.
Síggj samrøðuna við Páll og Klæmint við at trýsta á pílin á myndini
Í dag vóru teir aftur á hvør sínum liði. Páll A. Klettskarð fyri KÍ og Klæmint A. Olsen fyri NSÍ. Hoyr teir seta orð á dystin í dag.
Les eisini: (Video) KÍ og Jóannes eru well
KÍ vann 4-0, eftir at hava verið á odda 1-0 í hálvleikinum.
KÍ – NSÍ 4-0 (1-0)
1-0: Jóannes Bjartalíð, 18. (br.)
2-0: Jóannes Bjartalíð, 60.
3-0: Jóannes Bjartalíð, 70.
4-0: Páll A. Klettskarð, 90.