Tveir kappingarneytar hjá Havsbrún, sum framleiða fiskamjøl hava lagt saman.
Talan er um tær báðar fyritøkurnar, TripleNine úr Danmark og fyritøkuna, Koppernæs úr Noregi. Við samanleggingini vænta fyritøkurnar at fáa ein nógv betur rakstur, og eitt nógv sterkari sølulið.
Tað nýggja samanlagda felagið fer at hava verksmiðjur í Danmark, í Noregi og í Kili í Suðuramerika.
Nýggja navnið hjá tí samanlagda felagnum verður TripleNine Group. Høvuðssætið hjá fyritøkuni verður í danska havnarbýnum, Esbjerg.
Í samband við samanleggingina hava feløgini kunngjørt norskum og donskum miðlum, at tað nýggja samanlagda felagið fer at hava ein samlaðan umsetning uppá tríggjar miljardir norskar krónur. Hetta skrivar norska blaðið, Kystmagasinet. TripleNine og Koppernæs koma at eiga 50 prosent hvør í tí nýggju samanløgdu fyritøkuni.
Til samanberingar kann nevnast, at Havsbrún hevði eina samlaða sølu uppá 886 miljónir krónur í 2012.