Kappingarneyti hjá Páli fingið dopingbann

Tae-hwan Park hevur fingið bann í 18 mánaðir fyri positiva dopingroynd

Tae-hwan Park, sum fleiri ferðir hevur kappast við Pál Joensen í altjóða kappingum, er nú funnin sekur í at nýta dopting. Fýrfaldi olympiski meistarin úr Suðurkorea hevur fingið ein dóm á 18 mánaðir.

 

25 ára gamli Tae-hwan Park bleiv í september mánaði í fjør tikin fyri at hava brúkt testostoron. Hann bedýraði, at hann einki visti um innihaldi í sproytuni, sum hann fekk frá einum lokalum lækna, ið Park segði seg bara hava vitjað eina ferð.

 

Hetta vísti seg skjótt ikki at passa. Nú hevur FINA, heimssvimjisambandið, givið honum ein dóm upp á 18 mánaðir. Hetta mekir, at Tae-hwan Park verður tøkur til OL í Rio í 2016.

 

Tae-hwan Park er undangongumaður á sínum øki í Suðurkorea, har hann gjørdist tann fyrsti at vinna OL gull í svimjing. Tað gjørdi hann í 2008. Nú kann man so spyrja seg sjálvan hvussu flott tað var?

 

Tae-hwan Park er annar í røðini av “Supersvimjarunum”, sum er knallaður fyri doping. Eisini yvirnatúrligi Sun Yang úr Kina, sum hevur sett eitt heimsmet fyri og annað eftir, bleiv fangaður í dopingnetinum. Hann fekk ein óvanliga lina revsing og svimur longu aftur millum hinar svimjararnar.

 

Nógv bendir á, at Pál Joensen og hansara líkar, komandi ár skulu svimja móti bæði Sun Yang og Tae-hwan Park til OL í Rio í 2016. Men Suðurkorea hevur ein lóg, sum sigur, at verður tú tikið fyri doping, so sleppur tú ikki at umboða landið í trý ár. So er spurningurin um ítróttarsambandið í Suðurkorea stendur við ta reglugerðina.