Kappingarneyti til Súna

AaB hevur skrivað við makedonska Artim Sakiri, sum eisini fer at stríðast um pláss á miðvøllinum
31 ára gamli Sakiri hevur áður spælt við enska West Bromwich Albion, og hann hevur spælt 70 landsdystir fyri Makedonia.
Plássið á landsliðnum hevur hann tó mist, tí talan gjørdist um ov fáar dystir í Onglandi, og tað er hetta, sum hann nú vil hava í rættlag aftur.
Undan uppihaldinum í Onglandi, hevur Sakiri spælt í CSKA Sofia, Tennis Borussia Berlin, Halmstad og Vardar Skopje, so tað verður ikki bara sum at siga tað, um Súni vil stríða seg framum hendan kappingarneytan í AaB hópinum.