Kappingarneytin hjá Jón Róa klárur aftur

Kappingin um pláss á Brøndby-liðnum verður nú enn harðari hjá føroyinginum

Leygardagurin var ein stórur dagur hjá føroyska landsliðsleikaranum, Jón Róa Jacobsen. Hann leikti sín fyrsta dyst á meistaraliðnum Brøndby. Jón Rói leikti vinstribakkur í 70 minuttir í dystinum ímóti Viborg á Brøndby Stadion.

Vanligi vinstribakkurin í Brøndby, litavin Auri Skarbalius, var so óheppin at gerast skaddur dagarnar undan dystinum ímóti Viborg.

Týsdagin var Auri aftur so mikið frægur, at hann fekk vant við fullari ferð. Brøndby møtir um vikuskiftið Silkeborg á heimavølli, og líkt er til, at kappingin verður enn harðari hjá Jón Róa at vinna sær pláss millum teir fyrstu ellivu.