Tá Jacob Vestergaard hoyrdi tíðindini í útvarpinum í morgun, var tað nýtt fyri honum, at Kappingarráðið hevði sett krøvini so skarpt upp.
- Vit hava verið í einum samskifti við Kappingarráðið um hetta, og tað skal eingin ivi vera um, at Kappingarráðið skal fáa tey skjøl, ið teir vilja hava, sigur Jacob Vestergaard.
Hann sigur, at tá Kappingarráðið vil áseta krísin til kostprís, so gongur hann út frá, at tað er hetta, ið Trygdarmiðstøðin í Klaksvík hevur gjørt.
- Tá vit fingu boð um at áseta prísin til kostprís, hækkaði gjaldið upp á 4.500 krónur, og eg rokni bara við, at tað er tað, ið skeiðið so í veruleikanum kostar, sigur Jacob Vestergaard.
At skeiðið í Klaksvík er endað á nágreiuniliga sama prísi, sum NAVIT tekur fyri síni skeið, hevur fiskimálaráðharrin onga viðmerking til.
- Sum eg sigi, so má eg ganga út frá, at hesin prísurin er tað, ið skeiðið veruliga kostar, sigur Jacob Vestergaard.
Hann undirstrikar tó, at hann persónliga vil syrgja fyri, at Kappingarráðið fær neyðugu skjølini innan ásettu freistina, sum er 8. november.
- Sjálvsagt skal Kappingarráðið fáa teir upplýsingar, sum teir vilja hava, sigur Jacob Vestergaard.