Kappingin hesaferð

Grundleggjandi í FLL, er at loysa nakrar uppgávur við einum LEGO robotti, sum næmingarnir sjálvir hava bygt, fingið at stýra har hann skal og loysa uppgávurnar. Men tað fylgir eisini ein onnur ástøðilig uppgáva við. Hesaferð er uppgávan um veðurlag. Undanfarin ár hevur tað millum annað verið um Suðurpólin, ferð til Mars og orku.

Ástøðiliga uppgávan er eisini býtt sundur. Talan er um tríggjar ymiskar partar. Fyrsti parturin, er at finna ein trupulleika í sínum nærumhvørvið, har veðurlagsbroytingarnar hava gjørt um seg. Hetta skulu liðini kanna um tað eru onnur støð í heiminum, ið hava sama trupulleika. Næsti parturin er at finna eina nýskapandi loysn, sum kann loysa júst henda trupulleika. Seinasti parturin er ein framløga, har næmingarnir sjálvir, á ein so áhugaverdan hátt sum gjørligt skulu greiða frá loysn teirra.

Í føroyska umfarinum eru 13 dómarar. Har ímillum eru til dømis, Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, Jóhan Dahl, landsstýrismaður og Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele. Kappingin verður í Klingruni hjá Føroyar Tele í morgin og byrjar klokkan 10.00.