Kappingin hevur verið ein stór succes

- Hetta hevur verið ein risastór succes, sum vit als ikki roknaðu við, sigur Morten Carlsson, fyriskipari av Stjerne for en aften, og hann leggur afturat, at í miðal hava 1,2 milliónir hyggjarar fylgt sendingunum

Fyriskipararnir av sangkappingini Stjerne for en aften vóru eisini ógvuliga fegnir eftir at seinasta kappingin var liðug. Hetta er annað árið, at sjónvarpsstøðin DR skipar fyri eini slíkari kapping, og hyggjaratalið hevur verið sera stórt í ár.
Vit fingu orðið á Morten Carlsson eftir kappingina, og hann upplýsti, at í miðal hugdu 1,2 milliónir fólk eftir sendingunum, sum hava verið hvørt fríggjakvøld seinastu mánaðirnar. Í fjør var talið bert umleið 700.000.
- Alt prosjektið hevur umsett fyri fleiri milliónir krónur og skapt nógv arbeiðspláss. Í veruleikanum vóru vit ikki fyrireikað uppá so stóran áhuga frá almenninginum, men vit eru avbera glað fyri, at tað hevur gingið so væl, sigur Morten Carlsson.
Góður møguleiki at gera vart við seg
Sendingar í sjónvarpi so sum popstars á TV 2 og Stjerne for en aften á DR hava vundið uppá seg seinastu árini. Hóast nógv halda lítið um tílíkar sendingar, so er hetta ein góður møguleiki hjá sangarum at gera vart við seg, heldur Morten Carlsson.
- Hesi fólkini, sum hava verið á pallinum í kvøld, høvdu møguliga ongantíð fingið møguleikan fyri at vísa, hvat tey duga, um tað ikki var fyri eina slíka kapping, sum verður víst í sjónvarpinum, sigur Morten Carlsson.
- Tað er ein rúgva av evnaríkum sangarum, sum kanska ongantíð fáa høvi at standa á einum palli, og tað eru hesi, sum vit fegin vilja hava fatur á, sigur hann og vísir á, at mangan er tað ógvuliga torført at fáa fótin innum hjá teimum stóru plátufeløgunum, um tú ikki frammanundan hevur okkurt samband við feløgini.
Hann heldur, at styrkin við kappingini er, at hyggjararnir avgera alt, sum hendir. Teir gera av, hvør fer víðari, og hvør skal heimaftur.
Hann upplýsir, at Guðrun hevur millum sjey- og áttati framførlsur komandi tríggjar mánaðirnar, og trý tey fremstu í kappingini skulu hava fleiri konsertir saman.