Pauli Mittún hevur spælt sín seinasta kappingardyst fyri Kristiansand í bestu hondbóltsdeildini í Noregi, og Helgi H. Hoydal hevur spælt seinasta kappingardystin fyri Kristiansand hetta kappingarárið.
Kristiansand tapti eisini seinnu fjórðingsfinaluna í endaspælinum fyri sterka liðnum úr Sandefjord, Runar á heimavølli í Kristiansand í kvøld.
Runar vann ein greiðan 42-33 sigur. Í steðginum var Runar á odda 21-16. Farna hóskvøld gav Kristiansand Runar ein skarpan gang á útivølli, men Runar megnaði at knógva heim ein 35-32 (15-17) sigur. Sostatt vinnur Runar ein samlaðan fjórðingsfinalusigur upp á 2-0.
Helgi skoraði fýra mál og vann liðnum tvey brotskøst. Pauli skoraði trý mál og legði upp til fimm mál.
Pauli fer komandi kappingarár at spæla við Team Sydhavsøerne í Danmark.
Næst fyri hjá Paula og Helga eru týdningarmesti A-landsdysturin nakrantíð komandi mikukvøld klokkan 19, tá Føroyar og Ukraini frammanfyri fullsettari høll skulu stríðast um rættin at vinna seg til EM-endaspælið í Týsklandi í januar.