Kapprógva á øllum teinunum

Fimti FM kappróðurin í ár verður á varmakeldustevnu í Fuglafirði seinnapartin. Í gjár boðaði Róðrarsambandið feløgunum frá, at tað varð umhugsað at allir róðrarnir í dag skuldi vera á 1000 metra málinum. Tað varð gjørt, tí veðurforsøgnin boðaði ikki frá góðum róðrarlíkindum.

 

Nú er avgjørt, at kappróðurin verður soleiðis, sum tað upprunaliga varð ætlað, at hann skuldi vera.

 

-Vit hava stimað á róðrarøkinum í morgun. Tá ið vit komu til Fuglafirðar sá tað ikki so gott út, men líkindini eru batnað, og tað verður róð á øllum teinunum. Barnaróðurin verður á 500 metra málinum, 8-mannaførini og 10-mannaførini rógva á 2000 metra málinum, og hinar kappingarnar vera á 1000 metra málinum, sigur Jan Herman Hansen, formaður í Róðrarsambandinum úr Fuglafirði.

 

Hann ásannar, at róðrarlíkindini eru ikki av teimum bestu, tí tað er ikki helt slætt, men tað verður ikki hildið, at tað er nakar vandi at rógva.

 

-Hann er beinur vestan, og harvið verður tað undan hjá kappróðrarbátunum. Líkindini eru kanska betri á 2000 metra málinum, enn tey eru innari, sigur RSF formaðurin, sum leggur aftrat, at tað er avgjørt, at manningarnar, sum luttaka í barnaróðrinum, skulu rógva í vesti í dag. Tað er upp til hinar manningarnar at gera av, um tær rógva í vesti ella ikki. Í ásetingunum verður sagt, at vestar skulu vera í bátinum.

 

Í hvirlunum síggast onkrar glaður í Fuglafirði, har tað er turt, og har sólin nú hevur hug at kaga undan.

 

Barnaróðrarnir vera klokkan 13, og FM kappróðrarnir vera klokkan 15.

 

Klokkan 13

Barnaróður dreingir

6 Fípan Fagra

7 Ternan

8 Junkarin

9 Beinta

10 Jómfrúgvin

11 Falkur

 

Støðan

1 Junkarin 24

2 Jomfrúgvin 22

3 Beinta 21

4 Ternan 16

5 Falkur 4

 

 

Barnaróður gentur

4 Silja

5 Pílur

6 Hulda

7 Jallurin

8 Títlingur

9 Fípan Fagra

10 Firvaldur

11 Spógvin

12 Beinta

13 Royndin Fríða

 

Støðan

1 Fípan Fagra 27

2 Títlingur 23

3 Jallurin 18

4 Firvaldur 16

5 Spógvin 16

6 Hulda 7

7 Beinta 4

8 Falkur 1

9 Royndin Fríða 0

10 Pílur 0

 

 

Klokkan 15

5-mannafør dreingir

5 Firvaldur

6 Ternan

7 Blikur

8 Royndin Fríða 1G

9 Drekin 1G

10 Jallurin

11 Fípan Fagra

12 Sílið 1G

13 Silja

 

Støðan

1 Drekin 27

2 Royndin Fríða 23

3 Jallurin 20

4 Fípan Fagra 17

5 Blikur 13

6 Ternan 8

7 Sílið 3

8 Frúgvin 1

 

 

6-mannafør kvinnur

7 Herningur

8 Rádni 1G

9 Jarnbardur

10 Lómur

 

Støðan

1 Jarnbardur 28

2 Rádni 23

3 Lómur 18

4 Herningur 11

5 Sølmundur 7

 

 

5-mannafør kvinnur

6 Drekin

7 Falkur

8 Teistin

9 Havfrúgvin 1G

10 Ørnin

11 Tjaldrið

12 Hvassi

 

Støðan

1 Havfrúgvin 28

2 Teistin 22

3 Falkur 19

4 Ørnin 18

5 Tjaldrið 13

6 Drekin 2

7 Hvassi 1

 

 

6-mannafør menn

4 Sundabáturin

5 Lómur 1G

6 Riddarin

7 Herningur

8 Gongurólvur

9 Sølmundur

10 Jarnbardur

11 Strálan

12 Rádni

13 Tvørabáturin

 

Støðan

1 Sølmundur 25

2 Jarnbardur 24

3 Gongurólvur 23

4 Herningur 15

5 Strálan 12

6 Riddarin 7

7 Tvørabáturin 5

8 Rádni 1

9 Lómur 0

 

 

5-mannafør gentur

6 Spógvin 1G

7 Sílið

8 Ørnin

9 Erla Kongsdóttir

10 Blikur

11 Firvaldur

 

Støðan

1 Erla Kongsdóttir 28

2 Blikur 19

3 Sílið 18

4 Ørnin 17

5 Jallurin 15

6 Spógvin 7

7 Firvaldur 4

8 Tjaldrið 2

9 Tambar 1

 

 

8-mannafør

8 Miðvingur

9 Argjabáturin

 

Støðan

1 Argjabáturin 27

2 Miðvingur 25

3 Gullbrandur 10

 

 

10-mannafør

8 Suðuroyingur

9 Klaksvíkingur

10 Havnarbáturin

 

Støðan

1 Klaksvíkingur 27

2 Suðuroyingur 25

3 Havnarbáturin 20