Vágar:Árliga sumartiltakið, sum nevnt verður várkappríðingin, hjá Vága Ríðingafelag, verður hildið Niðri við Vatn leygardagin.
Tiltakið varir at kalla allan dagin. Byrjað verður longu klokkan 11 fyrrapartin, og so verður hildið á til út á náttina.
Vága Ríðingafelg hevur fingið nýggja ringbreyt, sum brúkt verður til íslandsross, ið sýna fram gongugløg. Og tað verður við innleiðandi kapping í gongulagnum Tólt, at byrjað verður klokkan ellivu á nýggju breytini.
Klokkan 15 seinnapartin verður so vanliga kappríðingin á gomlu breytini.
Tá klokkan er 17 ella har á leið, verður farið oman aftur á nýggju breytina, har finalan í gongulagskappingini fer at verða hildin.
Hugnaløtan byrjar klokkan 21 við felagssangi. Tá verður nýggja ringbreytin alment tikin í nýtslu. Formaðurin í Ríðisambandinum, Hjalmar Petersen, fer at halda røðu. Sørvágs Tónleikarafelag og Vestmanna Hornorkestur fara at spæla.
Seinni verður so midnáttarrøða, sum Tummas Hans Gaardlykke fer at halda. Og so verður dansað.