Klokkan 13 møttu tveir av manningini umborð á Orminum Langa, Hjálmar Hátún og Hálvdan Brink Dalsgaard í Føroya rætti, ákærdir fyri at hava brotið kunngerðina um trygd umborð á kappróðrarbátum.
Tá Ormurin Langi vandi á vágni í Klaksvík stutt undan Norðoyastevnu í ár, vóru umboð fyri Vørn á landi og eygleiddu manningina. Teir varnaðust, at fleiri av rógvarunum ikki vóru í bjargingarvesti, so tá manningin kom til lands aftur stóð Vørn fyri teimum og gav teimum bót.
Teir hava tó sýtt at rinda bótina, sum in.fo skrivaði fyrr í dag.
Í rættinum í dag játtaðu teir báðir, at teir ikki vóru í vesti, meðan teir vandu hendan dagin.
- Hetta er til stóra irritatión hjá øllum flotanum og ítróttinum sum heild. Vit royna at optimera allar partar av ítróttinum, men vesturin er ein stórur bági og hartil óneyðugur. Tað er ongantíð hent, at ein stórur kappróðrarbátur er farin runt, segði Hjálmar Hátun í rættinum. Hann helt, at tað mátti borið til at havt ymsar lógir galdandi fyri ymisku bátastøddirnar og at atlit mugu kunna takast at aldrinum á rógvarunum.
Dómarin gav tó frágreiðingini hjá Hálvdani B. Dalsgaard meiri ans, tá hann vísti á, hvussu illa kunngerðin er orðað.
- Kunngerðin sigur, at vit skulu vera í vesti, tá vit flota bátin. Tað vóru vit eisini. Men tá vit so eru komnir upp á pláss, lata vit okkum úr og leggja vestin til síðis, áðrenn venjingin byrjar. Eg ivist ikki í, at soleiðis gera allir aðrir bátar eisini, greiddi hann frá.
Dómarin viðgekk, eftir at hava lisið kunngerðina nærri, at teksturin er ógreiður á økinum. Teksturin er soljóðandi:
§ 1. Tá lagt verður frá landi, skal øll manningin á kappróðrarbáti vera í einum av Skipaeftirlitinum góðkendum bjargingar-vesti, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Undir kappróðri er ikki neyðugt, at manningin er í bjargingarvestum, men skulu vestarnir
vera í bátinum.
- Her stendur sum so einki um, hvat er galdandi undir venjing, ei heldur er nágreinað, hvat skal skiljast við orðið kappróður, segði dómarin, sum tí avgjørdi at spyrja seg nærri fyri hjá Vørn. Dómarin helt harumframt, at bótin var ómetaliga høg.
- Í mun til vanligan bøtutakst í Føroyum tykist 1.000 krónur at vera nógv fyri brot á hesa kunngerðina. Hinvegin, so er revsingin fyri brot á trygdartiltøk vanliga í hægra endanum, helt dómarin fyri og segði seg eisini skula spyrja seg fyri hjá Vørn hesum viðvíkjandi.
Endaligur dómur fall tí ikki í dag og fellur ikki, fyrr enn Vørn hevur svarað dómaranum og rógvararnir hava havt møguleika at viðmerkja svarið.
Dómarin hevði tó eina heilsan til rógvararnar.
- Um tit vilja hava lógina broytta, mugu tit tosa við politikkararnar. Dómstólurin, Vørn og løgreglan eru einans sett at hevja galdandi lógir og kunnu ikki broyta tær, segði hann.