Tað er synd at siga, at kappróðurin er so øgiliga vinaligur ímóti áskoðarunum, og tað sæst ofta aftur í fjøldini, sum stendur á endamálinum og fylgir við. Ofta er føroyska summarið bæði kalt og vátt, og tá rennur uppaftur minni í kassan hjá róðrarfeløgunum kring landið. Undantakið er á Ólavsøku, tá ið tað ofta er svart av fólki á Molanum og í Tinganesi.
Sum vit áður hava nevnt, so er áhugin at taka lut so spakuliga minkaður tey seinnu árini. At hann í ár ikki er stórur sæst aftur í, at tað í tveimum kappingum bara eru tríggir bátar, sum taka lut, og at tað í tveimum øðrum bara eru fýra luttakarar.
Á Sundalagsstevnu í Kollafirði leygardagin luttóku trý 6-mannafør við kvinnum og trý 8-mannafør, og tað luttóku fýra 6-mannafør við monnum og fýra 10-mannafør.
At tað ikki altíð eru so nógvir áskoðarar, og at tað ikki er so stór luttøka, vil ikki siga, at áhugin fyri kappróðri er lítil.
Heilt síðani útvarpið sá dagsins ljós í 1957, hevur útvarpið átt sín stóra og sera týdningarmikla lut í kappróðrinum, og áhugin fyri at lurta og fylgja við er vorðin uppaftur størri, nú tað ber til at síggja róðrarnar beinleiðis á netinum.
Róðrarsambandið og Kringvarpið samstarva um hetta átakið, og leygardagin vóru fleiri enn túsund teldur stillaðar inn á kappróðurin í Kollafirði. Tað vil siga, at tað vóru fleiri enn so, sum fylgdu við, tí viðhvørt eru tað fleiri, sum fylgja við á einari teldu.
Tað ber til hjá Róðrarsambandinum at síggja, hvar tað verður fylgt við, og tað vísir seg, at tað eisini eru mong, ið eru stødd uttanlands, sum fylgja við.
At kappróðurin harvið er vorðin meiri áskoðaravinaligur minnir ikki sørt um, tá ið kappsiglingin gjørdist meiri áskoðaravinaligur.
Tað var, tá ið olympisku summarleikirnir vóru í Moskva í 1980. Tá vóru kappingarnar í sigling í Estlandi. Áður hevði tað verið soleiðis, at tað bara vóru úrslitini, sum frættust, meðan tað ikki bar til at fylgja við í sjálvum kappingunum. Hetta árið varð syrgt fyri, at tað bar til at fylgja við í sjónvarpinum, sum hevði fleiri upptøkutól – á landi, á sjónum og í luftini – og tað bar aftur við sær, at áhugin fyri kappsigling øktist heilt nógv.
At tað nú ber til at síggja kappróðurin beinleiðis eiga Kringvarpið og Róðrarsambandið rós fyri, at so mugu vit vóna, at tað fer at síggjast aftur í luttøkutølunum tey næstu árini, at áhugin fyri kappróðri framvegis er stórur.