Kappróðurin um at drukna í stórum áhuga

Feløgini og Róðrarsambandið ásanna, hvussu trupult tað er at fáa allar kappingarnar frá hondini innanfyri rímuligan tíðarkarm, og nú verða fleiri róðrar fluttir framum formella startin

KAPPRÓ?UR

Tað er so stórur áhugi fyri at taka lut í kappróðrinum, at tað er vorðin stórur trupulleiki. Hetta hevði leygardagin við sær, at sera spennandi kappingin millum 10-mannaførini í Hósvík ikki varð varpað beinleiðis út í luftina. Kappróðrartíðin var so mikið long, at útvarpið sendi tíðindi klokkan 18.30, meðan 10-mannaførini róðu.
- Kappingin, sum tey flestu síggja sum tað mest spennandi, varð sett í skuggan av øllum hinum róðrunum og eisini teimum, sum ikki telja við í FM kappingini. Tað er ikki nøtandi, heldur Hilmar Sam Lamhauge, sum er bátsformaður umborð á Eysturoyinginum, sum vann framúr spennandi kappingina við Nólsoyingin.
Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, krf.fo, hevur síðani leygardagin verið kjak á høgum støði um kappróður og umstøðurnar, sum gjørdu seg galdandi leygardagin. Stóri trupulleikin verður sagdur at vera, at tað tekur ov langa tíð at avgreiða róðrarnar. Millum uppskotini at loysa trupulleikan eru, at tað bara skal kappast á 1000 metrum, og at allir róðrar, sum ikki hava við sjálva FM kappingina at gera, skulu avgreiðast áðrenn klokkan er trý.
Formaðurin í Róðrarsambandi Føroya, Hannis Joensen, hevur fylgt kjakinum. Fyrrapartin í gjár segði hann, at nevndin í RSF fór at taka spurningin upp á nevndarfundinum í gjárkvøldið. RSF hevur nevndarfund hvørt týskvøld.
- Vit hava positivar trupulleikar. Tá ið tað í 1973 varð farið undir FM kappróður eftir galdandi skipan, vóru tað bara fýra kappingar. Síðani komu 6-mannaførini við monnum og kvinnum, og í ár hava vit býtt 5-mannaførini við kvinnum í tveir partar. Harafturat luttaka eini 130 børn í ár í barnaróðrinum, so tað kann ikki sigast annað, enn at kappróðurin hevur undanvind, staðfestir RSF formaðurin, og so heldur hann fram:
- Vit hava sum frægast roynt at lagað karmarnar eftir broyttu umstøðunum, og vit fegnast um, at róðrarfeløgini eru so positiv. Uppskotið um at øll skulu rógva á 1000 metrum hava vit loddað dýpið fyri millum feløgini, men tey vóru ikki sinnað fyri hesum. Eg vænti, at vit á Jóansøku fara at flyta so nógvar róðrar sum møguligt fram um klokkan trý. Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí Smyril verður ikki har suðuri fyrrenn í døgurðatímanum, staðfestir Hannis Joensen.
RSF hevur bara gott at siga um fyrireikingarnar hjá hósvíkingum, og tað hevði einki við fasta startin at gera, at tað tók so langa tíð at avgreiða róðrarnar:
- Trupulleikin var eitt nú, at eitt æl og frískt lot var, tá ið ein barnaróður skuldi startast. Tað tók ov langa tíð, og so sigur tað seg sjálvt, at tað fór við eitt sindur av tíð, tá ið tveir tjóðstartar vóru í kappingini millum 8-mannafør.
Hannis Joensen sigur, at RSF hevur ongar ætlanir um at herða reglurnar viðvíkjandi tjóðstarti. Har eru reglurnar, sum verða nýttar í Føroyum tær somu, sum eru galdandi í altjóða kappingum.
- Vit fegnast um stóra áhugan, og vit eru opnir fyri at justera har, sum tað ber til. Eg eri samdur við teimum, sum siga, at spurningar hesum viðvíkjandi skulu viðgerast í øðrum forum enn á ársaðalfundinum. Í fótbóltinum hava tey eftirmetingarfund um heystið, og tað kann gott vera, at tað eisini verður soleiðis hjá okkum. Vit hava eisini hugsað um at vitja feløgini kring landið.
Undir prátinum við RSF formannin er semja um, at tá ið kappróður verður sammettur við aðrar ítróttargreinar, so er tað ofta soleiðis, sum tá ið umstøður og trupulleikar hjá violinspælarum verða sammettar við tær hjá klaverspælarum, og tað er ikki einki um hetta. Kappróðurin er um at drukna í undanvindi, men tað er gott, at bæði feløgini og sambandið eru sinnað at arbeiða við hesum.
- Tað skal vera pláss fyri øllum, og so er spurningurin, hvussu vit fáa tað at ganga upp. Í t. d. fótbólti vera yngru deildirnar avgreiddar aðrar tíðir, enn tá ið tey vaksnu kappast. Tað ber illa til hjá okkum. Á Jóansøku fara teir at nýta báðar teir føstu startirnar, sum RSF eigur. Vit kunnu einki gera við veður og vind, men eg eri sannførdur um, at lokalu fyrireikararnir og Róðrarsambandið fara at leggja alla orku í fyri at fáa tað at ganga so smidliga, sum tað á nakran hátt ber til, heldur Hannis Joensen.