Eina viku eftir fyrsta FM kappróðurin í ár verða allar árar enn einaferð lagdar í sjógv. Tað verður í Kollafirði, har Sundalagsstevna verður hildin. Fyrsta skotið í barnaróðrinum verður klokkan 13, og fyrsta skotið í fyrsta FM kappróðrinum verður klokkan 15.
Fyrsti FM kappróðurin í ár var fyri einari viku síðani á norðoyastevnu í Klaksvík.
Ta ferðina vann FM vinnarin í fjør, Drekin Reyði, kappingina millum 10-mannaførini. Tað var ein bátslongd aftur til spildurnýggja Klaksvíking, sum var meiri enn eina hálva bátslongd undan Havnarbátinum. Klaksvíkingar hava ikki dult, at teir hava stórar ætlanir við nýggja bátinum. Í dag fáa teir ein nýggjan møguleika at bjóða meistarunum og vinnarunum á norðoyastevnu umborð á Drekanum Reyða av Argjum av.
Tað er FM kappróður í Kollafirði triðja hvørt ár. Klaksvíkingur hevur vunnið tríggjar tær seinsatu ferðirnar, tá ið tað hevur verið kappast í Kollafirði - í 2012, 2009 og í 2006.
Tættasta kappingin um oddasessin fyri einari viku síðani var millum 5-mannaførini við dreingjum, har Tjaldrið var eitt vet undan Frúnni. Tryggasta sigurin av øllum á norðoyastevnu vann Erla Kongsdóttir við kvinnum. Tær úr Fuglafirði vóru átta sekund fyrr á mál enn Teistin og Ritan, sum fóru stavn um stavn um mállinjuna.
Barnaróður dreingir
6 Blikur
7 Ørnin
8 Tekla
9 Havfrúgvin
10 Jallurin
11 Ternan
Barnaróður gentur
5 Strípan
6 Havfrúgvin
7 Báran
8 Beinta
9 Blikur
10 Hulda
11 Títlingur
12 Pílur
13 Dúgvan
5-mannafør gentur
6 Spógvin
7 Silja
8 Jallurin
9 Firvaldur
10 Fípan Fagra
11 Sílið
12 Blikur
6-mannafør menn
5 Smyril
6 Hvessingur
7 Jarnbardur
8 Tvørabáturin
9 Páll Fangi
10 Rádni
11 Lómur
12 Herningur
13 Gongurólvur
5-mannafør dreingir
6 Hulda
7 Beinta
8 Frúgvin
9 Tjaldrið
10 Sílið
11 Ternan
12 Blikur
8-mannafør
8 Argjabáturin
9 Heiðabáturin
10 Tofta Regin
5-mannafør kvinnur
6 Ørnin
7 Drekin
8 Teistin
9 Erla Kongsdóttir
10 Ritan
11 Sílið
12 Jallurin
10-mannafør
7 Ormurin Langi
8 Klaksvíkingur
9 Drekin Reyði
10 Havnarbáturin
11 Nólsoyingur