Kappróðurin skal ikki vera bundin at stevnum

Kappróðurin skal hugsa meiri um seg sjálvan og ikki um at halda lív í stevnum kring landið. Einasta undantakið er ólavsøka, tí tá MÁ kappróður vera

- Kappróðurin skal vera leysur av stevnunum kring landið.

Tað hevur Magnus Gaard, Hann er limur í nývaldu nevndini, sum er sett at skipa fyri kappróðrinum á ólavsøku, men í hesum sambandi sigur hann sína hugsan sum róðraráhugaður og ikki sum limur í nevndini.

 

Hann sigur at nettupp ólavsøka er einasta undantakið.

- Tað er óhugsandi við eini ólavsøku við ongum kappróðuri, sigur hann.

Hann tekur undir við Ludvik við Stein, tá ið hann bæði í Sosialinum, her á in.fo og á Rás2, róði fram undir at loysa kappróðurin frá stevnunum.

 

Hann sigur, at kappróðurin á ólavsøku er nakað heilt serligt. Hann er sjálv ímyndin av ólavsøkuni og so mikið týðandi partur av samleikanum hjá ólavsøkuni, at tað ber slett ikki til at hugsa sær at halda ólavsøku uttan at kappróður er á skránni.

 

Les eisini: Kappróðurin á ólavsøku skal vera eitt upplivilsi

 

Hinvegin heldur hann, at nógvar av stevnunum kring landið hava akkurát einki at bjóða kappróðrinum.

- Summastaðni er kappróðurin bara eitt eiti. Tey manna ikki bátar, men hava bara kappróðrarfelag, fyri at rættvísgera, at tey fáa eina stevnu, har tey kunnu selja pylsur og luftballónir og forvinna eitt sindur av pengum.

 

- Oftani er tað eisini mangan á hesum stevnum, at tað gongur allar ringast at fyriskipa róðurin.

 

- Stevnurnar hava ikki megnað at fylgt við, Nógvastaðni eru stevnurnar ikki annað enn kappróður og nakrar sølubúðir sum selja pylsur og ballónir. Kappróðurin er væl fyriskipaður, men restin av stevnunum eru fánað burtur í einki.

 

Kappróðurin hevur gjørt sína skyldu, men tað hava stevnufyriskiparar summastaðni ikki, men tað eigur kappróðurin ikki at føla seg bundnan at.

 

Magnus Gaard dugir slett ikki at síggja nakað skil á, at Voxbotn festivalurin skal flytast, tí hann er sama vikuskiftið sum jóansøka.

 

- Kappróðurin verður noyddur at renna aftan á tíðarandanum, ístaðin fyri at royna at leggja forðingar í vegin fyri honum, sigur Magnus Gaard.

 

Hinvegin dugir hann væl at síggja fyri sær, at kappróður verður lagdur afturat øðrum tiltøkum, sum eru.

 

- Hví kann kappróður ikki verða á mentanarnáttini ella á Summarfestivalinum, spyr hann. Klaksvík er ein góð vág at rógva í, so tað hevði einki gjørt at havt fleiri  fleiri róðrar har, spyr hann.

 

- Kappróðurin eigur at verða meiri sjálvsøkin. Vit eiga fyrst og fremst at hugsa um, hvat gagnar kappróðrinum best og ikki, hvat gagnar stevnum kring landinum best.

 

- Vit eiga fyrst og fremst at hugsa um tað ítróttarliga. Tí eiga vit at hugsa um at skipa fyri fleiri róðrum á firðum, har minst sannlíkindi er fyri at róðurin verður órógvaður av vindi og streymi.

 

- Tey, sum rógva kapp, eru fólk, sum taka sín ítrótt í allarstørsta álvara og tey hava uppiborið so góðar umstøður, sum tað ber til at geva teimum, heldur Magnus Gaard.
 

Les eisini á her á in.fo um eina løtu: Soleiðis menna vit kappróðurin í Føroyum