Kappróðurin verður á Skálafjørðinum leygardagin

Avlýsti kappróðurin á sundalagsstevnuni verður í staðin í Runavík.

Tað segði Annika Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandi Føroya, við útvarpið í morgun.

 

Tað var í gjárkvøldið, at kappróðrardeildin hjá KÍF boðaði frá, at tey ikki fingu fyriskipað kappróðurin.

 

Les eisini: Kappróðurin í Kollafirði leygardagin er avlýstur

 

Men seint í gjárkvøldið vóru avtalur gjørdar soleiðis, at ætlaði kappróðurin í Kollafirði verður fluttur til Runavíkar.