Kapteinurin stendur á odda enn

Hann hevur spælt næstflestar landsdystir fyri Føroyar. Hann tapti stórt í sínum fyrsta dysti í bestu deildini, men hevur síðani vunnið FM fýra ferðir. Hann hevur verið í hornatøkum við menn sum Michael Ballack og Zlatan Ibrahimovic, men er lítilátin av natúr. Hann var illsintur sum yngri, men tað er blivið betri við árunum. Hann er liðskiapri hjá HB og á A-landsliðnum og er ársins spælari fyri fjórðu ferð. Hann er Fróði Benjaminsen.

Tróndur Arge

Fyri hálvari aðru viku síðan, bleiv skjótt 36 ára gamli Fróði Benjaminsen valdur til ársins spælara, fyri fjórðu ferð í føroyskum fótbólti. Hann er á gáttini til at taka metið fyri flestar landsdystir frá Óla Johannesen, men hann hevur ikki tikið avgerð um hann skal spæla so leingi.
- Eg hevði aldrin trú, at eg skuldi spæla so leingi sum eg havi gjørt. Eg havi longu spælt skjótt seks ár longri enn eg roknaði við, sigur Fróði Benjaminsen.
Fróði hevur úr at gera. Hann er júst blivin pápi fyri triðju ferð, hevur eitt fulltíðar starv sum timburmaður, og er liðskipari hjá bæði HB og føroyska A-landsliðnum. Tað hevur tó eydnast at fáa fatur á stríðsmanninum í samband við, at hann á fjórða sinni er valdur til ársins spælara í føroyskum fótbólti.
Tað er tíðliga á degnum, men Fróði er í góðum lag. Tað er kavi uttanfyri, so eitt prát um eina yrkisleið við fleiri upptúrin enn niðurtúrum og ein kaffemun, ljóðar kanska ikki so gali hendan morgunin. Hetta hóast hann ikki altíð er so hugagóður at tosa við fjølmiðlarnar. Hann sigur sjálvur, at honum best dámar at standa í skugganum. Hann er í arbeiðisklæðum og soleiðis kenna tey flestu Fróða, bæði uttanfyri vøllin og á vøllinum.

Illsintur unglingi

Fróði er uppvaksin á Nesi og á Toftum. Fyrstu fótbóltsminnini eru ikki skipaðar venjingar á FIFA góðkendum vøllum, men heldur millum húsaveggir, snórar og á parkeringplássum. Hann er ikki millum teir størstu sm ungur, men fótbóltshjartað er stórt. So stórt, at hann ikki tolir at tapa.
- Eg havi altíð verið ein ringur tapari. Og so var eg eisini illsintur. Tað skal so sigast, at tað er blivið betri við árunum, sigur Fróði við eyðkenda smílinum og fær sær ein sopa av kaffi.
Liðskiparin á landsliðnum er glaður fyri óskipaðu viðurskiftini, tá ungir dreingir sparkaðu fyri at hugna sær, hóast kjakið um bólturin var inni ella ikki, kundi gerast nakað heitt.
- Tú sær tað aftur í dag. Tú vendir aftur til, at ungir spælarar skulu spæla bólt og hugna sær, so teir ikki missa hugin, sigur Fróði Benjaminsen, sum er í holt við venjaraútbúgving, og leggur afturat.
- Eg var ikki tann, sum dugdi best at kjakast og halda høvdið kalt, so mangan fekk eg ikki viðhald, tá eg helt at bólturin hevði verið inni ella úti, sigur Fróði víðari og minniast aftur á dagarnar tá ein snórur, tveir steinar ella ein veggur var nokk til at gera eitt mál.
Í B68 er pápi Fróða, Harry, eitt skifti venjari hjá honum. Hóast Fróði vanliga er sinnaður at taka ráð frá pápanum, so kókar yvir til eina venjing.
- Eg helt ikki tað var so smart, at pápi mín var venjari hjá mær, tí so fekk eg altíð skideballadu, tá eg gjørdi okkurt gali. Eina ferð bleiv eg sendur heim, tí eg var ósamdur við honum, sigur greiðir Fróði frá og leggur afturat.
Størstu gleðin í ungdómsárinum kemur, tá hann í innandurakapping á Skála vinnur bronsu heiðursmerki.
- Tá var eg stoltur. Tað var fyrsta heiðursmerki eg vann. Tá gjørdi tað minni, at tað bara vóru trý lið við í kappingini, sigur Fróði og flennir.

Tapti stórt í fyrsta dystinum

Í 1994 fær Fróði Benjaminsen debut í bestu deildini í føroyskum fótbólti. B68 fær vitjan av GÍ, sum er í vælmaktini um hetta mundið, og Fróði byrjar sum vinstri miðvallari.
- Eg minnist ikki so nógv frá dystinum. Ikki annað enn at vit taptu 7-0, greiðir Fróði frá.
Petur Mohr er venjari og hann er sinnaður av geva teimum ungu møguleikan. Í eitt ár stríðist Fróði við at vinna sær fast pláss, men tað gongur ongan veg. Ikki fyrr enn ein lagnudag í 1995 á Krossinum í Sumba ber til. Í ellivu teimum fyrstu umførunum hevur Fróði sitið uttanfyri, men nú eru boð eftir honum.
- Vit taptu dystin 2-1, men eg spældi væl. Eg havi verið fastur maður síðani, sigur Fróði Benjaminsen, sum spældi á Toftum til 2003.
Hann hevur upplivað nógvar broytingar og ymiskar spælarar. Hann hevur bara gott at bera Niclasi Davidsen, sum var formaður í felagnum øll árini hann var spælari har.
- Vit byrjaðu á einum grúsvølli, men har hendi mangt og hvat tað tíðina, sigur Fróði og minnist eisini aftur á onkrar teimum útlendsku spælarunum, sum hava verið í felagnum.
Serliga minnist hann væl, tá B68 í 1999 kemur við fýra spælarum úr Brasil. Teir eru í landinum longu í januar mánaði, tá venjingin byrjar.
- Eg minnist, at tað var nógvur kavi. Vit fingu allir venjingarklæðir, meðan teir fingu hvør sína termodrakt at venja í. Teir høvdu aldrin sæð kava fyrr, so tað bleiv ikki so nógv venjing. Teir vildu heldur spæla í kavanum, greiðir Fróði frá.
Fróði hevur einki ilt at bera útlendingunum, sum hava verið í B68, men ásannar at onkuntíð hevur arbeiðsmoralurin hevur í lægra lagi.
- Marcello Marcelino var stóra stjørnan og skoraði nógv mál, men um tú var í parti við honum undir venjing, so tapti tú. Hann segði bara; “Ikki pressa nú, pressa sunnudagin”, sigur Fróði og ristur við høvdinum, meðan hann smílist.
Fróði Benjaminsen vinnur í 2001 heitið sum ársins spælari í føroysku kappingini á fyrsta sinni.

Angri einki

Í 2004 fær Fróði tilboð um at koma til Íslands at spæla. Tað er Fram úr Reykjavík, sum ynskir at fáa Fróða Benjaminsen og Hans Fróða Hansen til felagið. Hóast tað ikki gongur nakað serligt, so er Fróði glaður fyri tíðina í Íslandi.
- Fram hevur í nøkur ár spælt fyri at yvirliva í bestu deildini. Tað gera vit eisini tað árið og eg lærdi nógv, sigur Fróði.
Hóast tað stendur honum í boði at halda fram í Íslandi, so velur Fróði at flyta aftur til Føroya. Fróði hevur eisini havt møguleika at royna seg í ymiskum feløgum í millum annað Danmark. Hann angrar ikki, at hann ikki tók av fleiri møguleikum.
- Eg hevði møguleikar, men tað hugsi eg ikki um í dag. Eg eri glaður fyri tað, sum eg havi megnað í føroyskum fótbólti, sigur Fróði, sum millum annað hevur royndarvant við Silkeborg.
Tá spælir hann við B36 og er í tilfeldigvís í Danmark, tá B36 framherjin, Sylla, skal royndarvenja við Silkeborg. Fróði er ikki í venjing, men ítróttarstjótin í felagnum, navnframi Ebbe Sand, biður Fróða koma aftur seinni.
- Tá eg kom niður var Ebbe Sand burturstaddur og venjarin var útskiftur. Nýggi venjarin visti av ongum og eg endaði við at spæla á vinstra bakki. Tá hugsaði eg, at hetta tími eg ikki, sigur Fróði, sum ongantíð hevur havt tann stóra hugin til royndarvenjginar.
- Eg angri einki og hugsi heldur ikki um tað, sigur Fróði avgjørdur á málinum.

Skiftið frá B36 til HB

Fróði Benjaminsen skiftir í 2005 til B36, sum hevur stórar ætlanir. Í fyrsta árinum vinna teir FM og koma víðari í Evropa móti ÍBV úr Íslandi. Teir eru eisini um reppið at knúgva FC Midtjylland í umfarinum eftir.
Árið eftir kemur B36 aftur víðari, hesa ferð í Champions League. Mótstøðuliðið er Birkirara úr Malta, sum eru vísir í at teir vinna dystin. Mótsatt boðunum, sum plagdu at koma á landsliðslegunum, eru boðini, at spælarar skulu út í sólina.
- Magni Mohr segði, at vit skulu út at venja okkum við sólina. Eg skal ikki gera meg klókan upp á tað, men vit vunnu 3-0 og høvdu ongar trupulleikar av hitanum, greiðir Fróði frá.
Í 2008 skiftir Fróði til HB. Tað fellur ikki í góða jørð hjá øllum, men tað leggur Fróði ikki so nógv í.
- Onkur fólk blivu óð. Tað eru fleiri viðurksifti, sum eg ikki komi inn á, sum gjørdu at eg skifti. Høvdu tey óðu vita alt, so høvdu tey skilt meg, sigur Fróði víðari.

Trý meistaraheitið og tríggjar ferðir ársins spælari

Í HB hevur Fróði vunnið sær status sum “Captain Fantastic”. Hann er høvðusmaðurin handan FM heitini í 2009, 2010 og í 2013. Hann hevur gingið á odda í miðvøllinum og hevur mangan verið munurin millum tap og sigur. Hann er eisini kosin til ársins spælara í øllum trimum FM árunum hjá HB.
- Tað er stuttligt, at eg sum verið 36 ár í komandi mánaði, kann vinna heitið sum ársins spælari. Eg hugsaði ikki so nógv um tað, júst tá eg fekk heiðurin, men nú eg hugsi um tað, so tað stórt, sigur Fróði Benjaminsen.
Á ársveitsluni hjá HB í ár kunngjørdi formaðurin í felagnum, Finnbogi Arge, at Fróði Benjaminsen ikki heldur fram í felagnum. Tað kom óvart á tey flestu – eisini Fróða sjálvum, sum stutt seinni gjørdi sáttmála fyri komandi kappingarár.
- Tað var nokk ein misskiljing. Eg visti ikki at hann fór at kunngera tað, so eg bleiv kløkkur, men reaktiónirnar, ið eg fekk aftaná, eri eg tó glaður fyri. Tá merkiti eg hvussu vælkomin eg eri í felagnum, sigur Fróði Benjaminsen.

Metið hevur einki at siga

Fróði Benjaminsen kom á fyrsta sinni á landsliðið í 1999. Tað var eftir at landsliðið hevði spælt móti einum úrvaldslandsliðið. Hesum var Fróði á og teir vunnu á a-landsliðnum.
Fróði situr á bonkinum, tá Føroyar spæla javnleik móti Skotlandi og síðani Bosnia-Herzogovina á Svangaskarði.
Stutt seinni er dystur móti Litava, sum Føroyar tapa 1-0. Fróði fær sínar fyrstu minuttir, men minnist ikki nógv av dystinum. Faktist, so má hann ein túr á Faroesoccer.com, fyri at finna fysta dystin.
- Eg minnist ikki handan dystin. Eg minnist faktist ikki so væl dystir, sum eg sjálvur havi spælt, greiðir Fróði frá.
Faktist, so fylgir Fróði ikki so neyvt við altjóða fótbólti, sum onnur gera.
- Fyrstu árini á landsliðnum visti eg ikki hvørjir spælararnir vóru, sum vit spældu í móti. Um eg eisini skuldi tosa um fótbólt heima við hús, so hevði ikki verið pláss fyri øðrum, sigur Fróði.
Á einum av fyrstu venjingarlegunum leikar hart á til venjing. Tað endar við, at Uni Arge fær eina harða takling. Uni gevur aftur av somu skuffu og nú traðkar táverandi landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, til. Hann er ikki blíður og Uni er í øðini og gevst at venja.
- Tað var ikki fyrr í bussinum á veg heim, at eg kom í tankar um, at eg og Uni faktist hava kamar saman á túrinum. Tá ráddi um at fáa slættað sjógvin skjótast gjørligt, sigur Fróði, sum nú nærkast metinum hjá Óla Johannesen, sum hevur spælt 83 landsdystir, meðan Fróði hevur spælt 79. Miðvallarin hevur tó einki mál um at taka metið frá Óla.
- Tað er ikki nakað eg hugsi um. Nú havi eg júst tikið eina avgerð um at halda fram komandi ár, so fáa vit at síggja, sigur Fróði Benjaminsen, sum hevur havt eitt langt kappingarár við bæði HB og landsliðnum.
- Tað krevur eina góða konu og stuðul frá familjuni at spæla fótbólt so leingi, sum eg havi gjørt, sigur Fróði.
Bara í ár metir hann, at hann hevur verið burturstaddur í upp til tveir mánaðir.

Kapteinurin heldur fram

Við heitinum sum ársins spælari í bagaguni er Fróði Benjaminsen til reiðar at taka enn eitt ár við HB. Hvat landsliðnum viðvíkur, so hevur Fróði ikki tikið nakra avgerð. Soleingi sum hann er besti spælarin í føroysku kappingini, so verður tað hann og ikki landsliðsvenjarin, sum má finna landsliðshurðina.
Hóast Fróði verður 36 ár komandi mánað, so er ynski at halda fram við at spæla, men bara um umstøðurnar og kroppurin loyvir tí.
Skal Fróði Benjaminsen taka metið hjá Óla, so má hann spæla í minst tvey ár afturat, tí tað eru bara tvær landsliðsuppgávur komandi ár.

[email protected]