Karaktermorðið heldur fram

Millumleiðslan í Kringvarpinum blástemplar, at tað er í lagi at hunddálka fólk, uttan at tey dálkaðu sleppa at verja seg

Hugsa tær hesa støðuna:? Tú kemur inn í eitt sjónleikarhús, har fólk hava fyrireikað eitt undirhaldandi show. Tú visti ikki av tí, men tað vísir seg, at tú ert høvuðsevnið í showinum.?Nógv ymiskt verður sagt um teg. Har koma eisini niðrandi sjónarmið, og spjøldur koma á teg. Tú fært t.d. at vita, at tú ert ein sonevnd ”leys kanón”.?Einastaðni í undirhaldinum kemur ein klók kona á pallin. Hon fortelur øllum, hví tú ert so óskikkiligur, sum show-høvundurin heldur, at tú ert. Tað einasta, sum tann klóka konan ikki ger seg klóka uppá, er, hvørjar tankar tú hevur inni í tínum egna høvdi.?Móti endanum á showinum heldur tú, sum rímiligt er, at tú manst fara at fáa høvi at koma á pallin at verja teg ímóti sjónarmiðunum í showinum. Í minsta lagi at gera viðmerkingar til tað, sum tann klóka konan heldur um teg.?Men tað kanst tú gloyma alt um. Tú skalt ikki hoyrast. Ljósið verður sløkt, og showið er liðugt.?Tín meining telur ikki. Showið snúi seg jú bert um at greina teg.?Tá tú ert komin útum og stendur í túninum fært tú eyga á plakatina um leikin. Har stendur, at showið eitur: ”Karaktermorð í bestu senditíð”.?Nakað soleiðis, sum lýst er omanfyri, upplivdist eitt innslag og eitt eftirfylgjandi interview um undirritaða, sum Dagur og Vika sendi týskvøldið 22. mars 2011.??Hvør leyp á hvønn??Eg loyvdi mær 23. mars alment at finnast at hesum arbeiðsmátanum, ið Dagur og Vika leggur fyri dagin.?Tað er eftir mínum tykki ikki í lagi at hunddálka fólk uttan at geva teimum møguleikan at svara kritikkinum.?Tann 25. mars kemur ein redaktiónsleiðari í Sjónvarpinum, Høgni í Jákupsstovu, út við einum spruttandi lesarabrævi. Hann letst vera eymur og harmur um, at Edmund Joensen hevur gjørt eitt álop á Sjónvarpið.?Her má eg rætta mannin.?Tað vóru fólk aftan fyri Dag og Viku, sum framdu eitt álop á undirritaða.?Fakta er nú einaferð fakta.??Rætturin til at svara álopum?Mítt høvuðspoeng gongur ikki uppá, at eitt álop er gjørt. Tað skal ein politikari sjálvandi tola. Eisini tá álopið er heldur ósakligt.?Hinvegin eigur ongin – heldur ikki ein politikari – at tola eina djúpt óetiska framferð, har hógvarnir enntá stinga undan.?Eg fasthaldi, at persónar, ið eru fyri álopi í einum fjølmiðili, skulu fáa møguleika at verja seg og svara kritikkinum. Tað er heilt grundleggjandi.?Nú eri eg alt annað enn serkønur í fjølmiðlaetikki. Tað er ikki mítt øki. Tí havi eg spurt meg fyri hjá fakfólki bæði í Føroyum og uttanlands. Eg vil vita, hvussu fjølmiðlaetikkurin og tær journalistisku spælireglurnar eru á hesum øki.?Svarið, eg havi fingið, er dokumenterað í fjølmiðlaetiskum reglum í Føroyum, Danmark og Noreg.?Og svarið peikar ein og sama veg: Tann, sum er fyri álopi ella kritikki í einum fjølmiðili, skal hava høvi at svara.? ?Rættiliga greiður etikkur?Í donsku pressuetisku reglunum stendur soleiðis:?»Angreb og svar bør, hvor det er rimeligt, bringes i sammenhæng og på samme måde«.?Í føroysku reglunum um góðan fjølmiðlasið stendur:?»Tey, ið standa fyri skotum, eiga skjótast til ber at sleppa at svara, um ikki álop og atfinningar eru partur av einum framhaldandi orðaskifti«.?Og í norsku pressuetisku reglunum stendur:
»De, som er blitt utsatt for angrep skal snarest mulig få adgang til tilsvar, med mindre angrep og kritikk inngår som ledd i en løpende meningsudveksling«.?Metingin hjá fakfólkunum, eg havi verið á tal við, er, at innslagið og eftirfylgjandi interviewið í Degi og Viku tann 22. mars kunnu fatast sum eitt álop. Edmund Joensen stóð fyri skotum, og tað var Sjónvarpið sjálvt, sum loysti skot av.?Harnæst er fakliga metingin, at innslag og interview eru ikki liður í »en løpende meningsudveksling«, sum t.d. norsku reglurnar áseta. Undirritaði hevur ikki havt nakra ”løbende meningsudveksling” við Sjónvarpið um hetta.? ?Grundgeving hjá Høgna heldur ikki?Øll vita, at reglur kunnu tulkast ymiskt. Her er tó ávís grund til at halda, at fólkini handan nevnda innslag og interview hava ikki hildið seg til fjølmiðlaetiskar meginreglur.?Høgni í Jákupsstovu, redaktiónsleiðari, hevur soljóðandi grundgeving fyri, at undirritaði ikki skuldi hava møguleika at svara kritikkinum:?»Redaktiónin valdi ikki at hava Edmund Joensen við í innslagnum, tí ongar nýggjar upplýsingar vóru lagdar fram«.?Her er heilt galið hjá Høgna í Jákupsstovu. Tað er púra líka mikið, um nakað nýtt kemur fram í innslagnum ella ikki.?Grundgevingin hjá redaktiónsleiðaranum stríðir ímóti fjølmiðlaetisku reglunum í øllum trimum londum. Tað er ikki ein haldbar grundgeving, at ”ongar nýggjar upplýsingar komu fram”.?Niðurstøða: Fólkini aftan fyri innslagið og interviewið gjørdu galið. Tey noktaðu tí hunddálkaða møguleikan at svara einum álopi.?Hetta er trupulleikin, og tú eigur hann, Høgni í Jákupsstovu!? ?Álop fyrireikað í 3 mánaðir?Tann firtni redaktiónsleiðarin kemur við vilja ikki inn á nakrar relevantar og sera áhugaverdar spurningar, ið Vágaportalurin hevur reist í grein tann 23. mars:
Hvussu ber tað til, at ein ávísur tíðindamaður hevur fyrireikað álopið á Edmund Joensen í einar tríggjar mánaðir?
Hvussu ber tað til, at innslagið upprunaliga varð steðgað í Útvarpinum?
Er hugsandi, at metingin í Útvarpinum var, at innslagið var ikki borðbart, og tí varð tað steðgað?
?Høgni í Jákupsstovu skal hóskandi fáa møguleika at svara hesum spurningum alment.?Tann persónliga og brikslandi partin av lesarabrævinum hjá Høgna í Jákupsstovu lati eg liggja. Hann sigur mest um redaktiónsleiðaran sjálvan og hansara óheftni.?Til seinast skal eg leggja afturat, at hvørki Dagur og Vika, Høgni í Jákupsstovu ella politisku sveinar hansara fara at hava nakra sum helst ávirkan á, at Edmund Joensen eisini frameftir heldur seg til sambandspolitikk og sigur tingini akkurát sum tey eru.

Edmund Joensen?, Løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsfl.