Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, fer ikki at skriva út fólkatingsval enn á sinni. Tað er greitt aftan á broytingarnar í stjórnini í dag.
Karen Jespersen, sum fór úr sosialdemokratiska flokkinum upp í Vinstra, skal umsita almannamál fyri Evu Kjer Hansen, sum yvirtekur matvørumálini frá Hans Christian Schmidt, sum fer úr stjórnini og væntandi verður formaður í tingbólkinum hjá Vinstra. Samstundis tekur konservativi Jacob Axel Nielsen við sum ráðharri í flutningsmálum eftir floksfelagan Flemming Hansen, sum fer aftur í Fólkatingið.
Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at Karen Jespersen fer avgjørt at styrkja stjórnina, samstundis sum hon verður ein sterkur mótleikari hjá sínum fyrrverandi andstøðuflokki.