Annar av VÍF-venjarunum, Kári Durhuus, var, sum verða man, ein sera fegin maður leygardagin. Gull í fyrstu og aðru deild hjá monnum, og haraftrat uppflyting til fyrstu deild við kvinnuliðnum. Hann segði við Sosialin, at hann komandi vetur helst fer at hjálpa tí nýggja venjaranum (sum væntandi verður ein rumeni), og at hann kanska fór at venja okkurt yngri lið.
Vit spurdu hann, um tað var eitt »luksusproblem« at hava ein so breiðan hóp sum í VÍF. Hann segði, at so var. Hann nevndi, at teir til dømis hava tríggjar javnt góðar málverjar, men hann kann bert hava tveir við til dyst!
Haraftrat hava teir nógvar aðrar góðar leikar á øðrum liði, og eisini eru nógvir góðir unglingar á veg.