info
Ongi úrslit

Kári Johannesen vann 10.000 krónur til jólagávur

- Koyr bara einaferð aftrat, tí tú sleppur ikki so ofta at snara gekka-hjólinum.

Vilmund Jacobsen
19. november 2021 kl. 20:47

Tað var Kári Johannesen í Runavík, sum fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld. Hann segði, at hann bara einaferð áður hevur vunnið í gekka-spælinum, og tað eru fleiri ár síðan.

Høvuðsvinningurin var á 200.000 krónur, og Kári helt fyri, at frægasti kjansurin er at deila upphæddina í trý. Soleiðis vóru 70.000 krónur í hvørjum leypi, tá hann slapp at snara hjólinum.

Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 10.000 krónum, men her helt maðurin úr Runavík - so sjálvsagt - at hann fór at royna einaferð aftrat.

Í aðru royndini gekk betur, og hesaferð steðgaði hjólið á 20.000 krónum. Kári Johannesen helt fyri, at tað er so sjáldan, at møguleikin at snara hjólinum býðst, og tí fór hann eisini at brúka seinasta møguleikan.

Í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið - júst sum í fyrstu royndini - á 10.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin hjá Kára Johannesen í kvøld.

- Hatta var tað. So hevur man roynt hetta, helt hann blídliga fyri - og í hinum endanum helt verturin, Magnus Magnussen, at hesar 10.000 krónurnar í minsta lagi kunnu brúkast til at keypa jólagávur fyri. 

Myndin er ikki tøk

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Mattias legði upp til mál í 3-0 sigri hjá Västerås SK

4 minuttir síðan
Fótbóltur

Hellas Verona tryggjaði sær sigurin móti dystarenda

34 minuttir síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann toppdystin - Greiðir sigrar til VÍF og EB

1 tími síðan
Tíðindi

Vil hava rund­koyr­ing til nýggja býl­ing­in á Strondum

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Avgerðin er í okkara hondum

3 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum sett dám á fundin

4 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Minst 68 deyð í tok­van­lukku í Spania

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvar skal Almannaøkið spara?

5 tímar síðan
Fótbóltur

Adrian og liðfelagarnir snávaðu móti liði úr triðbestu deildini

6 tímar síðan
Tíðindi

Hákun kongur kondolerar Spania

6 tímar síðan
Tíðindi

Nú eru 64 staðfest deyð í tokvanlukku

8 tímar síðan
Lesarabrøv

Avlop í fíggarlógaruppskotinum fyri 2027

9 tímar síðan