Karin Jacobsen 60 ár

Ein heilsan

”... Alt sum væl verður talað um, ein og hvønn heiður og eina og hvørja dygd. Hugsi um hetta.” Hetta er eitt av mammusa yndis bíbliubrotum og kanska kjarnan í hennara lívsfilosofi. Lívið bjóðar okkum so mangt, men tað er ikki líka mikið, hvat vit velja at fokusera á.

Karin Jacobsen er dóttir Durid og Frimodt Rasmussen. Durid var ættað úr Norðdepli, og Frimodt vaks upp í Grótinum í Klaksvík. Karin eigur fýra systkin, Grím, Magdalenu, Áslu og Jógvan Júst. Í 1969 giftist hon Magna Jacobsen, son Monu og Jósef Jacobsen av Ziskatrøð í Klaksvík, og eiga tey trý børn, Dorit Hansen, Johnny í Grótinum og Jósef Jacobsen umframt seks ommu- og abbabørn.

Tað sigst, at persónsmenskan verður grundfest tey fyrstu tvey árini av lívinum. Mamma varð fødd í einari optimistiskari tíð og kom sum eitt ynskibarn hjá ommu og abba, sum høvdu verið atskild alt kríggið, men nú høvdu bygt sær snotilig hús í Grótinum. Hon hevði ein 10 ár eldri beiggja, sum uttan iva var glaður at fáa eina fitta lítlasystur. Lívið var gott, og lítla Karin fekk alt gott í beini.

18 ára gomul flutti hon til Danmarkar at læra til laborant. Lærdómur var høgt í metum hjá ommu og abba. Omma hevði gingið á háskúla og abbi kom úr einum heimi, har øll børnini vórðu eggjað at fáa sær útbúgving. Men stutt eftir at unga Karin byrjaði í læru, gjørdist mamma hennara deyðasjúk av krabbameini. Karin kom heim, og tá mamman doyði, ynskti hon ikki at fara niður aftur, tí hon hevði yngri systkin. Pápin vildi tó ikki hoyra talan um, at hon gav upp. Hon hevði evnir og skuldi hava eina útbúgving.

Tey seinastu 39 árini hevur mamma arbeitt sum laborantur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hon hevur altíð verið glað fyri sítt arbeiði og trívist í kenda umhvørvinum í heimbýnum. Altíð velur hon at hugsa um tað jaliga. Sjálvt tá kreppan rakti á føðingardegi hennara, 6. oktober 1992, og almenna lønin varð sett niður við átta prosentum, samstundis sum alt virksemi í byggivinnuni hvarv, misti hon ikki móti. Babba flutti til Danmarkar at arbeiða sum málari, meðan hon helt skansan heima.

Tað eru ikki jól, uttan at mamma er jólamaður, og ikki ein føsta, at hon ikki gongur grýla. Lad os leve, mens vi lever, plagar hon at siga. Og skapanargleðin sást aftur í málningum, bundnum pløggum, garvaðum skinnum, leirlutum og stórum urtagarði. Tá ævinleikin liggur í Guds hondum, er tað sambært mammu eingin grund at dvølja í sorg og stúran. Í bókini, Okkara Millum, skrivar hon um, hvussu hetta gav henni styrki, tá krabbameinssjúkan rakti hana sjálva.Tillukku mamma og takk fyri alt. Vit gleða okkum til veitslu sunnudagin klokkan tvey.


Dóttir tín