Karin, Lukka og Maria bestar í EHF Championship

Tá ið EHF Championship endaði í Tbilisi í Georgia seinnapartin, var eitt sonevnt »All star« lið valt, har besti leikari á ymsu plássunum varð kosin

Føroyar fingu tveir leikarar á hetta liðið. Maria Pálsdóttir Nólsoy varð vald besti spæliskipari og Karin Egholm varð vald sum besti høgri vongur.

 

Harumframt fingu Føroyar heiðurin at hava leikaran við flestu málum í kappingini. Lukka Arge var toppskjútti við 33 málum. Tað serliga var, at 30 av hesum málum vóru upp á brotskast. Lukka skjeyt øll brotskastini hjá Føroyum, sum vóru 32 í tali í fimm dystum, og hon brendi bara tvey teirra.

 

Føroyar endaðu nummar trý í kappingini av níggju liðum. Holland, sum Føroyar hittu í hálvfinaluni, vann kappingina og hevur harvið tryggjað sær beinleiðis atgongd til EM fyri U18 landslið næsta summar.

 

Final rankings:

1st Netherlands

2nd Serbia

3rd Faroe Islands

4th Ukraine

5th Italy

6th Estonia

7th Georgia

8th Luxembourg

9th Greece