Herfyri bleiv ein samrøða gjørd við Karina Pedersen, ið gevur bókina 'Helt Ude i Hampen' út, saman við stóra forlagnum Gyldendal.
Bókin er ein frásøgn frá barndómi hennara, har hon fortelur sínar upplivingar við at veksa upp í einum undirklassaumhvørvi.
Bókin hevur elvt til øsing, tí Karina vil verða við, at vælferðarstaturin hevur skapt ein undirklassa av fólki, ið bara eru áhugaði í at fáa pengar og vilja ikki arbeiða. Tey drekka ov illa og eru ikki áhugaði í at skapa sær eitt betri lív - tey vilja bara hava.
Hon nevnir mammu sína, sum drakk illa og arbeiddi ikki. Hon nevnir beiggjar sínar og floksfelagar, ið nærum øll fáa av grovfíluni og verða skýrd samfelagsnassarar.
Eftirfylgjandi er ein faktakanning framd og tað vísir seg, at tað passar ikki sum Karina Pedersen vil verða við. Tey flestu av hennara floksfeløgum úr skúlanum hava fast arbeiði og útbúgving og eingin hevur alkoholtrupulleikar.
Brøður hennara arbeiða eisini og hennara barndómsvinir kenna heldur ikki hennara lýsing av brøðrum sínum aftur.
Eftir gøluna hava nógv biði Gyldendal um at taka bókina aftur.
Karina Pedersen stendur tó við sítt og sigur, at bókin er gingin ígjøgnum fleiri ferðir. Hon sigur seg standa inni fyri øllum, sum er skrivað og er klár at fara í rættin við tí, um neyðugt.
Tað verður kanska eisini neyðugt, tí fleiri hava sagt, at bókin líkist ærumeiðing.