Eirikur Lindenskov
Leygardagin hevði Havnar Arbeiðsmannafelag aðalfund á Hotel Föroyum í Havn.
Umframt formannin stóðu tveir av nevndarlimunum fyri vali - Eyðbjørn Jacobsen og Rólant Næs-Joensen, sum báðir vórðu afturvaldir.
Hetta var eisini fyrstu ferð, at valt varð eftir nýggju skipanini, har formansuppskotið skal verða latið nevndini innan fundin, og var eitt formansuppskot umframt Karl Johansen.
Nakrir av limum Havnar Arbeiðsmannafelags høvdu stillað Poul Rufus Danielsen upp ímóti Karl Johansen, men tá talt varð upp, varð Karl Johansen valdur við 97 atkvøðum móti 47 til Poul Rufus Danielsen.
Havnar Arbeiðsmannafelag er skipað við formanni og næstformanni. Næstformaður er Rólant Næs-Joensen, meðan felagið hevur fastan skrivara, Monrad Kjælnes, sum tekur sær av dagliga virksemi felagsins.
Havnar Arbeiðsmannafelag hevur ikki formannin í fullum starvi, sum fleiri onnur feløg hava.
Karl Johansen varð fyrstu ferð valdur til formann í Havnar Arbeiðsmannafelag í 1976 og hevur sitið øll árini síðani. Formaðurin stendur fyri vali aftur í 2001.