Karl Johansen: Vit gera sum vit plagdu

Havnar Arbeiðsmannafelag er ikki sinnað at átaka sær leiklutin sum verkfalsvakt fyri Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag

 

Verkfall


?Allur farmur, sum kemur til Havnar, verður lossaður. Vit fara ikki at spyrja eftir, um farmurin skal út á bygd, ella ikki.

Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, ger púra greitt, at hann fer ikki at átaka sær leiklutin sum verkfalsvakt fyri Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, nú tey hava lýst verkfall.

Tá ið Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag lýsti verkfall beint eftir midnátt síðstu nátt, legði Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag áherðslu á, at tey fóru at gera sítt til, at verkfallið bleiv so effektivt sum gjørligt.

Eitt nú fóru tey at bera so í bandi, at farmur, sum skuldi á bygd, varð blokeraður.

Hetta kann annars gerast ein trupulleiki, nú Havnar Arbeiðsmannafelag hevur gjørt sáttmála, og tí arbeiðir sum vant.

Støðan kann tí gerast tann, at allur farmurin verður bara lossaður í Havn og so koyrdur út á bygd.

Og Karl Johansen ger púra greitt, at hetta er ikki ein spurningur, sum Havnar Arbeiðsmannafelag kann leggja seg út í.

? Vit fara ikki at sortera farm, sum kemur til Havnar. Tann farmur, sum kemur til Havnar, verður sostatt lossaður, sigur Karl Johansen.

Hann sigur, at koma bilar eftir farminum, fer Havnar Arbeiðsmannafelag ikki at spyrja, hvagar farmurin skal, áðrenn bilarnir verða lastaðir.

Ingeborg Vinther segði við Útvarpið í gjáramorgunin, at allur farmur, sum skal út á bygd, er verkfalsrakt arbeiði, sama, hvar hann verður lossaður.

? Eg vil fegin síggja teir fakfelagsleiðarar og tey fakfeløg, sum fara at gera seg til verkfalsbrótarar, sigur Ingeborg Vinther.

?Tað fáa vit ikki gjørt so nógv við. Vit hava ongantíð sortera frakt og tað kunnu vit heldur ikki gera hesuferð. Vit gera akkurát, sum vit plagdu, sigur Karl Johansen.