Leygardagin 9. apríl 2005 var móttøka í samband við at Karl Marius Poulsen og René Jensen í Klaksvík hava keypt bygningin við diskotekinum "Barok" og matstovuni "Fortuna" við Klaksvíksvegin í Klaksvík frá Michael Olsen, sum hevur rikið fyritøkurnar í bygninginum seinastu árini. Ein partur av bygninginum verður leigaður út til Pizza 67.
Karl Marius sigur, at hann og René í fleiri ár hava tosað saman um at byrja okkurt sjálvstøðugt virksemi, og tá so hesin møguleikin kom, tóku teir av.
Teir koma at reka virksemið á sama hátt sum frammanundan, men seinni er ætlanin at hava meira opið. Sum nú er, er diskotek fríggjakvøld og leygarkvøld. Eisini verða onkrar broytingar í atgongumerkjaprísinum, sum t.d. er broyttur til 50 krónur fríggjakvøld, men leygarkvøld er prísurin framvegis 80 krónur. Komandi fríggjakvøld verður Christian Joensen DJ. Leygarkvøldið 16. apríl skipar "PhaFalAion" fyri diskotekinum.