##med2##
Neistin gjørdi sær sjálvum og kollfirðingum eina stóra tænastu við at vinna 36-33 á Team Klaksvík í høllini á Hálsi í Havn. Úrslitið merkir, at Neistin hevur nú níggju stig niður til Team Klaksvík á fimta plássi í Burn mansdeildini, og kollfirðingar eru framvegis fýra stig frammanfyri Team Klaksvík. Í steðginum var Neistin á odda 16-15.
Neistin-Team Klaksvík 36-33 (16-15)
Toppskjúttar Neistin: Karl Martin Olsen 11, Hanus Árason 6, Jónsvein Dulavík 6.
Toppskjúttar: Team Klaksvík: Valentino Valentakovic 8, Sámal á Tjaldrafløtti 7, Beinir Johannesen 7.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal taka stutt samanum dystin.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við toppskjúttan hjá Neistanum, Karl Martin Olsen sum skoraði ikki færri enn 11 mál í kvøld. Karl Martin Olsen heldur, at á einum góðum degi er Neistin eitt betri lið enn Team Klaksvík.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Áka Mørk, venjara hjá Team Klaksvík sum mátti staðfesta, at hvørja ferð Team Klaksvík kom uppá javnt glapp tað, og Neistin fór framum aftur.
##med3##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 12 | 339 | 288 | 51 | 19 |
NEISTIN | 13 | 397 | 353 | 44 | 18 |
VÍF | 11 | 343 | 292 | 51 | 17 |
KÍF | 12 | 315 | 301 | 14 | 13 |
TEAM KLAKSVÍK | 13 | 352 | 385 | -33 | 9 |
STÍF | 13 | 310 | 373 | -63 | 6 |
KYNDIL | 12 | 260 | 324 | -64 | 4 |