Karl var einasti málskjútti

Tríggir nýggir spælarar vóru millum teir fyrstu ellivu hjá fuglfirðingum

Tað varð bara skorað eitt mál, tá ið B68 á middegi hevði vitjan av ÍF í venjingarkappingini í fótbólti.

Tað skoraði ÍF miðvallarin Karl Løkin tíðliga í seinna hálvleiki, tá ið hann undan vindinum og við beinleiðis frísparki sendi bóltin í B68 málið.

Á ÍF liðnum vóru sammett við í fjør tríggir nýggir menn millum teir fyrstu ellivu – Jens Joensen í miðverjuni, framrættaði Philip Djordjevic og Uros Stojanov, sum í ein tíma var fremsti maður.

Á B68 liðnum var Andrija Radovanovic nýggjur í miðverjuni, og Zoran Vujovic var nýggjur í álopinum, har hann var í 70 minuttir.

Á báðum liðunum vóru lokalir málverjar. Hjá B68 Heri Danielsen og hjá ÍF Jákup Nolsøe Olsen. Milos Budakovic, sum er nýggjur málverji í Fuglafirði, var ikki á ÍF listanum.