Karl: vit áttu at vunnið á B36 í dag

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Miðvallarin hjá ÍF heldur, at teir høvdu nóg mikið av málmøguleikum til at vinna á B36

Miðvallarin hjá ÍF, Karl Løkin heldur, at teir vóru nærri sigrinum enn B36, tá liðini spældu javnleik 0-0 í Fuglafirði fyrr í dag.

 

Karl Løkin heldur, at ÍF hevði fleiri málmøguleikar enn B36, sum átti at givið teimum sigurin í dag. Tó ásannar Karl Løkin, at B36 kundi havt farið við øllum stigunum ímóti dystarenda, tá teir høvdu eina sera góða roynd á ÍF-málið.

 

Nú ætla teir í ÍF at vinna á AB á Argjum komandi vikuskiftið fyri at fáa eina góða fjarstøðu niður til botnliðini. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var gjørd við Karl Løkin á Rás2 fyrr í dag.