Karl er havnarmaður. Hann vaks upp sum næstyngstur av teimum fýra børnunum hjá Signhild, f. Jensen, úr Havn, og Johan Wolles av Trøllanesi. Karl eigur tríggjar systrar: Jóna, Kirstin og Agnas. Jóna og Agnas búgva í Havn, og Kirstin býr í Týsklandi.
Karl hevur altíð havt stóran áhuga fyri bilum, og eftir barnaskúlan fór hann sum 15 ára gamal í læru á bilverkstaðnum hjá Sverra Djurhuus í Rættará. Sverri Djurhuus plagdi at siga, at tá hann møtti Karl úti vegnum, og hann spurdi um arbeiði, hevði hann eina slíka útstráling, at hann fekk seg ikki til at siga nei. Tað víst seg eisini, at Karl hevði hjartað á røttum stað og gekk upp í sítt arbeiði við lív og sál. Tá hann varð útlærdur, arbeiddi hann eina tíð á bilverkstaðnum hjá Hans Johs. Clementsen í Lucas Debesargøtu, ið eisini hevði serviceverkstað fyri Volkswagen, sum Farodane umboðaði.
Eftir tað fekk hann starv hjá bilfyritøkuni P/F Vilhelm Nielsen, sum hevði stóran bilverkstað og umboðaðu GM-bilmerkini Opel, Vauxhall og Bedford. Í hesum starvi kom Karl at ferðast nógv kring landið, við tað at hann vera sendur út á bygdirnar at gera eftirlit og umvælingar av bilum. Hann kom at kenna nógv fólk og knýtti nógv vinarbond hesa tíðina. Tað hevur nokk ikki altíð verið so lætt at arbeiða einsamallur úti á bygd tá í tíðini. Gamli Vilhelm Nielsen plagdi í hesum sambandi skemtandi at siga við Karl "Du skal bar se klog ud", og um hann onkuntíð stóð fastur og arbeiðið ikki gekk eftir vild, so skuldi hann bara ganga sær ein túr, so fór alt at laga seg, vóru ráðini frá Vilhelm Nielsen. Har arbeiddi Karl í eini átta ár.
Í hesum tíðarskeiði var Karl tvær ferðir í Grønlandi og arbeiddi, í Christianshaab og á Syðra Streymfirði, har hann arbeiddi upp á bilar á basanum hjá amerikanarunum.
Í 1970 fekk Karl starv sum bilmekanikari á nýggju Shellstøðini á Frælsinum, sum Gunnar Poulsen átti og rak tey fyrstu árini. Eftir at hava arbeitt umleið trý ár á Shellstøðini, byrjaði Karl við egnum verkstaði heima hjá sær sjálvum í Stoffalág, har hann hevði nógv at gera og hevði nógvar trúfastar kundar, sum hann hevur røktað bilarnar hjá í mong ár. Í sínum arbeiði er Karl sera nærlagdur og vælgjørdur.
Eftir 10 ár sum sjálvstøðugur fekk Karl starv sum sýnsmaður hjá Bileftirlitinum. Har arbeiddi hann, til hann gavst fyri 5 árum síðan, tá hevði hann arbeitt har í 14 ár. Eitt skifti avloysti hann sum húsavørður á Maskinskúlanum.
Karl hevur verið í bilbranchuni í næstan 50 ár og verið við í øllum teimum broytingum, sum eru farnar fram hesi árini, bæði hvat bilunum sjálvum og verkstøðunum viðvíkur.
Karl er ein av stamgestunum í kaffivogninum á Eystaru bryggju í Havn. Hann gongur nógv og svimur fast tíggjar ferðir um vikuna. Hann er ógvuliga systematiskur, og alt er til sína ásettu tíð.
Karl er giftur Elsu, f. Sivertsen, úr Klaksvík. Tey eiga trý børn: Jóhann og Elsebeth Mariu, sum búgva í Havn, og Signhild sum býr í Sørvági. Elsa og Karl eiga eisini ommu- og abbadóttrina Jónu, sum er 8 ára gomul.
Føðingardagurin verður hildin í heiminum í Stoffalág 38 sunnudagin 18. juni frá kl. 13 til 18.
m.