Konsertin var ein adventskonsert, og hevur Karlakórið havt slíkar síðani 1993. Sangskráin var sera vakurt uppsett við góðum lýsingum av hvørjum stykki, og eisini vóru sangirnir við á prenti.
Tað var fløvandi, at tað er júst sama skrá og hefti, sum verður nýtt til konsertina fyrst í Klaksvík, Tórshavn og síðani eisini í Hallgrímskirkjuni 15. og 16. desember. Í hesum liggur fyri mær ein heilsan landanna millum – ein vøkur jólakvøða til og frá teimum serstøku Christianskirkjuni, Vesturkirkjuni og Hallgrímskirkjuni. Varðar fyri hvør sín bý.
Tá ið eg var ungur, var Karlakór Reykjavíkar mítt tónleikaliga Mekka í sanghøpi. Og tað er enn meira torført at koma burtur frá hesum aðalsetningi eftir konsertina leygardagin í Christianskirkjuni. Konsertin nøktaði alla sangtráð. Sameindi ljómurin, broytan í sangstyrki, klangspennið frá teimum djúpu bassunum til teir høgu eyðkendu klingandi tenorarnar, sum bert finnast í Íslandi - Hetta saman við sangvali, sum Ave Maria; Agnus Dei, Og halga nátt, Føgur er foldin og Takkarbæn – ja, tá er torført at koma nærri himmiríki á jørð.
Tignarligi búnin og kropsburðurin á teimum 76 monnunum, saman við frálíka sanginum setti alt í ein serliga hátíðarligan dám – Ja, til eina heilaga stund.
Løtan í kirkjuni saman við Karlakórinum var so hátíðarlig, at eftir míni tykki kundi kórið staðið einsamalt. Kanska kundi inngangsbøn, sangur, signing, kunngerðir og útgangsbøn steðgað til eina aðra ferð. Prestur kundi boðið vælkomin og takka fyri. Kórsangurin var allur ein hámessa. So frálíkt og væl sungið, sum er torført at gera eftir.
Ein so sæl løta, hvørs fynd og tyngd í kórsangi og boðan er torfør at koma nærri at jólaboðskapinum.
Góða advent.