Karlakór Reykjavíkur hevur adventskonsert í Føroyum leygardagin 1 desember og sunnudagin. 2 desember.
Karlakórið vitjaði seinast í Føroyum í 2007 og helt adventskonsertir í stúgvandi fullum kirkjum.
Karlakór Reykjavíkur fer at hava tríggjar konsertir. Tann fyrsta konsertin verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum, leygardagin klokkan 18:00. Sunnudagin verða tvær konsertir í Vesturkirkjuni. Tann fyrra verður klokkan 17 og tann seinna klokkan 19.30.
Á konsertunum í Vesturkirkjuni fer Tórshavnar Mannskór eisini at syngja nakrar sangir.