Karolina og Jens Poulsen

11.3.1916-20.4.2011 / 12.11.1915-14.9.2001

Nú skjótt eitt ár er liðið síðani vit mistu teg góða mamma, vilja vit á henda hátt siga tær og pápa takk fyri allar tær ríku løtur vit høvdu saman.
Mamma var fødd og upp­vaksin í Tjørnuvík, dóttur Hans Jákup og Jensinu David­­­sen, tey vóru 7 systkin, 4 systrar og 3 beiggjar, 2 syst­rar andaðust í bestu árum av ringari sjúku. Hetta kom at seta síni tristu spor í fram­tíðini hjá mammu. Hon hevði Olgu mostur eftir, og vóru tær ógvuliga nær knýtt­ar, og høvdu mangt gott telefon-prátið saman.
Tjørnuvík var sum okkara annað heim tá vit vóru børn, har var eingin vegur millum bygdirnar, men bert ein gøta at ganga eftir, so tað var ikki sørt vandamikið hjá børnum, men vit høvdu ein abba sum ofta kom við okkum , ella ímóti okkum, so væl gekk. Tær upplivingar vit har høvdu saman við familju, kenn­­ing­um og vinum, eru fast­­grógv­nar í minninum, har var so hugnaligt og fjálgt, sand­­urin var okkara spæli­pláss, men kundi eisini vera vanda­­mikil á vetrar­degi tá brimið dundi, ein stór­sligin upp­­­living vit altíð fara at minn­­ast.
Mamma giftist til Hós­víkar við pápa, sum var Jens Poulsen , sonur Óla Jákup og Olevinu Poulsen, pápi var bóndi og tók við garðinum eftir Poul í Toftum, sum var abbabeiggi okkara, abbi andaðist 52 ára gamal, pápi var tá bert 12 ár, eisini misti hann einasta bróður sum gekk burtur við Nólsoynni, bert 16 ára gamal, hetta var við til at ímynda hansara upp­vøkstur og lívið framyvir, pápi kom tí at vaksa upp saman við sínum 5 systrum.
Pápi, sum andaðist í 2001, var heimkærur burtur av, hevði tað best heima hjá sær sjálvum, vildi tó fegin koma at vitja, men ikki ov leingi í senn, hann var lítillátin og spakl­igur, hevði ikki tørv fyri matrialistiskum virð­um, men hevði ein stóran ment­unarligan áhuga, sum fáður mundi kenna til.
At verða bóndi í Toftum í Hósvík var hansara fedranna arvur, og var hetta hansara lívsstarv, hann røkti hetta við lítlum og ongum hentleikum, bæði summar og vetur. Fyri okkum børn var hetta ein sonn perla av upplivingum, har hansara lutur ikki lá eftir. Forfedrarnar gloymdi hann ongantíð, teir vóru fyri honum høgt í metum.
Vit vilja tí á henda hátt minnast allar tær ríku løtur í bøð og haga, tað fjálga heimið har vit búðleikaðust, so fjálgt og gott, har guðs­trúgv­in var ein partur av okk­ara uppaling, pápi var ein trú­fastur kirkjugangari, og hetta kom eisini at seta sín dám á sunnudagslívið hjá okkum børnum, og hevur givið okkum eina bar­last í lívinum, og sum vit virðis­meta við takksemi.
Tað var nógv at taka hond um hjá mammu í einum bónda­húsi. Eingir hentleikar sum nú á døgum, so vit børn vóru altíð við í arbeiðnum á garðinum. Neytini skuldu passast, mjólkast og am­bætast, tá heystið kom og fjøll­ini vóru gingin, var ein fragd hjá okkum børnum, tað var ein sannur veitsludámur, sum vit minnist tað. Men tað var tungt arbeiði hjá teim­um vaksnu, og ikki minst flett­ingin, har var einki heitt vatn, vemburnar vóru vaskaðar í ánni, og við hvørt mátti glerið fyrst brótast fyri at koma til tað ísakalda vatnið, tað var ikki so hugaligt, men mamma gramdi seg ikki, hon fekk hetta arbeiði stillisliga frá hondini, vildi at alt skuldi verða so ordiligt og reint gingið frá, alt mátti fáast til høldar, onki fór til spillis.
Tíðirnar vóru trongar, men altíð hevði mamma okkurt gott til okkum børn, vit kravdu ikki so nógv, ein drekkamunn og nýbakaða kaku, so vóru vit nøgd. Tá kvøldið kom og vit løgdust, minnist vit løturnar við sang­inum “Nú dagurin at enda er”.
Sum árini gingu fór heils­an hjá mammu tíverri at bila. Tá so eisini beinini góðu eftir, var tað neyðugt at mamma fekk hjálp alt samdøgurið, so tey seinnu árini var hon á røktarheimi. Men altíð var hon klár í høvdinum, og visti mong tíðindi at tosa um, mamma var sera røsk at binda, á yngri árum bant hon mangt plaggið, bæði til børn og vaksin. Á ellisárum hugsaði hon eisini um ommu- og langommubørnini, og hava tey fingið mangt eitt hosu­parið frá henni.
Tað var ein stór sorg fyri mammu og okkum øll, tá vit mistu Katrin, sum var okkara yngsta systir, hon andaðist fyri fýra árum síðani bert 52-ára gomul. Vit minnast eisini hana við virðing.
Nú jólini eru farin framvið og eingi hosupør frá ommu, fara tankarnir aftur til tykk­um bæði, og til tíðina sum so skjótt fer framvið.
Góða mamma og pápi, tykkara lívsskeið er endað, saknurin er stórur, tungt er at missa, men vit hava nógv at verða takksom fyri, at vit kundu hava tykkum millum okkum so leingi, vit vita, at tað er tann eina vegin tað ber, tá aldurin byrjar at tyngja, men vit vilja varveita tey ríku minnið um tykkum bæði, sum hava verið so nógv fyri okkum og okkara.
Takk fyri lívið, tykkara kær­leika og umsorgan. Harr­ans frið og hvíld ynskja vit tykkum báðum.
----
Børnini