Karsten á kassanum. Skotbráið, sum løgreglumaðurin í Klaksvík, hevur fingið fyri sína tíð sum landsstýrismaður við fíggjarmálum, er at hann treyðugt hevur lyft lokið á landskassanum.
Nú er hann farin av kassanum, og mánadagin skipaðu fólk í Fíggjarmálaráðnum fyri einari stórfingnari móttøku, har tey takkaðu fyri tíðina saman. Karsten sjálvur gjørdi annars skjótt av og pakkaði longu fríggjadagin, tá ið hann fekk boð um, at lykilin varð tikin frá honum.
Tað var ikki frítt, at stóri løgreglumaðurin var rørdur í Fíggjarmálaráðnum, tá fólk úr allari Alberg Hall, sum onkur skemtiliga kallar húsið eftir aðalstjóranum, komu at taka í hondina.
? Hetta hevur verið eitt ótrúliga gott arbeiðspláss. Eg havi altíð havt fullan stuðul millum arbeiðsfólkini og havi ongantíð følt, at nakar hevur mótarbeitt mær. Tað hevur mangan leikað hart á, m.a. tá ið samráðingar hava verið á arbeiðsmarknaðinum, og tað hevur verið sum eitt friðskjól at koma í Fíggjarmálaráðið, sigur Karsten Hansen.
Hann var ikki blíður, tá ið hann afturkomin til Fíggjarmálaráðið fríggjadagin fekk at vita, at løgmaður hevði tikið lykilin frá honum. Hann pakkaði alt saman beinanvegin og tók tað við sær heim sama dag. Men hann helt, at hann skuldi fara suðuraftur mánadagin at takka starvsfólkunum fyri gott samstarv, og hann varð rættiliga tikin á bóli, tí tey høvdu borðreitt við øllum góðum, og nógv fólk komu á gátt at siga farvæl.
Stívliga hundrað fólk arbeiða í húsinum. Í sjálvum ráðnum starvast níggju fólk, seks starvast á lønardeildini, og so eru bæði Toll og skatt, Gjaldstovan og Hagdeildini eisini í húsinum, og alla staðni frá komu tey at siga farvæl.
Í nýstovnaða Heilsumálaráðnum hevur Páll á Reynatúgvu sitið hetta valskeiðið, og eisini hann pakkaði saman mánadagin. Aðrastaðni í býnum bjóðaði Annita á Fríðriksmørk kaffi í mentamálaráðnum. Hon hevur bert sitið síðan 17. september, so hennara karriera var stutt á hesum sinni.
Sostatt pakkaðu og takkaðu fýra landsstýrisfólk hjá Tjóðveldisflokkinum fyri seg mánadagin. Um tey koma afturíaftur ger veljarin av 20. januar.