Karsten fylgdi síni sannføring

- Karsten Hansen er ikki ein politikari, sum kann yvirtalast. Hann fylgir síni sannføring, og tað hevur hann eisini gjørt í hesum føri, sigur Kári P. Højgaard, sum ikki fekk styrk til Sjálvstýrisflokkin í Norðoyggjum í hesum føri

- Eg havi tosað við Karsten um møguleikan at koma upp í Sjálvstýrisflokkin, og hann hevur í øllum førum fingið at vita, at hann hevði verið vælkomin upp í okkara flokk.
Tað sigur Kári P. Højgaard, einasti tingmaður hjá Sjálvstýrisflokkinum.
- Norðoyggjar plagdu at verða ein av háborgunum hjá Sjálvstýrisflokkinum, og Karsten kundi veruliga styrkt flokkin har norðuri. Men Karsten er ikki ein politikari, sum kann yvirtalast, hann fylgir síni sannføring, og tað hevur hann eisini gjørt í hesum føri.
Kári P. Højgaard og Karsten Hansen hava sitið saman í fíggjarnevndini og landsstýrismálanevndini hjá løgtinginum í fleiri ár, og tað fekk Kára at biðja Karsten umhugsa møguleikan at koma upp í Sjálvstýrisflokkin.
- Vit hava havt eitt sera gott samstarv í hesum nevndum, og tí veit eg, at Karsten hevði passað væl inn í Sjálvstýrisflokkin, sigur Kári P. Højgaard.