Karsten ger einki við serlæknar

Tað ber væl til at virka sum serlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi uttan at sergreinin er góðkend av landsstýrismanninum, sigur Karten Hansen

Tað ber væl til at virka sum serlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi uttan at sergreinin er góðkend av landsstýrismanninum, sigur Karten Hansen.

 

Landsstýrismaðurin í heilsumálum ætlar sær einki at gera við, at tveir serlæknar á Suðuroyar Sjúkrahúsi arbeiða innan sína sergrein, uttan at hesar eru góðkendar av Heilsumálaráðnum.

 

Tað staðfestir Karsten Hansen, eftir at Sosialurin í vikuni hevur viðgjørt sjúkrahúsverkið í fleiri blaðgreinum.

 

Les eisini: Sjúkrahús ikki góðkent til sergreinar

 

Sosialurin vísti á, at bæði tann almen-kirurgiski og tann medisinski yvirlæknin á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru serlæknar. Tann fyrri, Jóhan Petur Davidsen, er urologur, landgagnafrøðingur, og hin seinni, Hans Petur Nielsen, er kardiologur, hjartalækni. Og báðir virka eisini sum serlæknar á Suðuroyar Sjúkrahúsi innan hesar sergreinar.

 

Men sergreinarnar eru ongantíð góðkendar av landsstýrismanninum í heilsumálum, sum sjúkrahúslógin annars ásetir. Í grein 2, stk. 3 stendur: “Við øll sjúkrahúsini kunnu setast á stovn sergreinar eftir góðkenning frá landsstýrismanninum.”

 

Støðan kom eftir øllum at døma óvart á landsstýrismannin í heilsumálum, sum segði seg fara at kanna málið beinanvegin.

 

Men inni í Heilsumálaráðnum hava tey valt at tulka sjúkrahúslógina - ítøkiliga grein 2, stk. 3 - á ein annan hátt. 

 

Tað kemur til sjóndar í svarinum, sum Sosialurin hevur fingið úr Heilsumálaráðnum. Ráðið tulkar hesa lógargrein soleiðis, at hon gevur landsstýrismanninum í størri mun møguleikan at stýra virkseminum í sjúkrahúsverkinum við, at hann hevur møguleikan til at ávirka, hvørjar sergreinir formliga verða settar á stovn á sjúkrahúsunum. 

 

- Um Klaksvíkar sjúkrahús t.d. søkti um at seta á stovn sergreinina reumatologi á sjúkrahúsinum, og landsstýrismaðurin góðkendi tað, kom hetta at seta størri krøv til sjúkrahúsið um, at serlækni altíð varð knýttur at deildini, og at annað starvsfólk varð útbúgvið innan økið, og at tað skuldi søkjast eftir einum nýggjum reumatologi, um verandi fór úr starvi.

 

Víðari sigur Heilsumálaráðið:

 

- Møguleikin, sum liggur í § 2, stk. 3, hevur ikki verið nógv nýttur í Føroyum. Tað er bert einaferð, at landsstýrismaðurin hevur góðkent eina sergrein, og tað er infektiónsmedisin á Landssjúkrahúsinum. Á smærru sjúkrahúsunum hevur hetta ikki verið siðvenja, og orsøkin er helst tann sum Ronnie Midjord so beinrakið sigur í Sosialinum: “Vit kunnu ikki velja sjálvi, hvørjar yvirlæknar vit fáa. Vit kunnu sjálvi ikki henta fruktirnar av trænum, men mugu standa á vøllinum og við kurvini lofta teimum, ið detta niður”.

 

Niðurstøðan hjá Heilsumálaráðnum er tí, at serlæknar kunnu virka á sjúkrahúsunum innan sína sergrein, uttan at landsstýrismaðurin hevur góðkent, at sergreinin formliga er sett á stovn á sjúkrahúsinum.

 

Les annars samrøðu við Karsten Hansen um sjúkrahúsini í Sosialinum um vikuskiftið. Til ber at keypa blaðið online við at TRÝSTA HER