Karsten Hansen ivast í býráðsvalinum

Karsten Hansen, landsstýrismaður, ivast í, um hann skal stilla uppaftur á býráðsvalinum í heyst

Karsten Hansen, landsstýrismaður, umhugsar nú, um hann skal stilla uppaftur á býráðsvalinum í heyst.

Síðani 1989 hevur hann sitið í Klaksvíkar býráði, men seinastu tvey og eitt hálvt árini hevur hann røkt starvið sum landsstýrismaður við fíggjarmálum, og tað er hetta, sum nú fær hann at ivast i, um hann skal stilla upp til býráðið.

- Eg havi framvegis stóran áhuga fyri býráðspolitikki í Klaksvík, men eg havi ikki tikið endaligu støðuna til valið í heyst enn. Tað má eg gera sum skjótast, sigur Karsten Hansen.

Hann sigur, at hann hevur fingið nógvar áheitanir frá fólki, sum vilja hava hann at stilla uppaftur, og hann hevur hug til tað, men tá býráðsvalið verður, er í hvussu so er eitt ár eftir av hansara tíð sum landsstýrismaður. Tí kann hann í hvussu so er ikki taka sæti í í býráðnum fyrsta árið av nýggja valskeiðnum.


Flokkurin fer at fundast

Karsten Hansen varð fyrstu ferð valdur í Klaksvíkar býráð í 1989.

Síðani hevur hann sitið fýra valskeið, og hann var fyrstvaldur á Tjóðveldislistanum í Klaksvík seinasta val. Saman við honum varð eisini Steinbjørn Jaocbsen valdur í býráðið. Síðani Karsten gjørdist landsstýrismaður, hevur Hergerð Joensen havt sæti í býráðnum í Klaksvík fyri hann.

Karsten Hansen var varabýráðsformaður í Klaksvík frá 1993 og til hann fór í landsstýrið í 1998. Síðani hevur Steinbjørn Jacobsen verið næsti maður hjá Jógvani við Keldu, býráðsformanni.

- Eg havi bíða sum longst við avgerðini um býráðsvalið, men Tjóðveldisflokkurn skal hava ein fund hendan mánaðin, og til tann fundin verði eg noyddur at taka eina avgerð, sigur Karsten Hansen.

Karsten Hansen er útbúgvin løgreglumaður, men hann hevur í nógv ár verið virkin innan politikk.cute;ðini eg havi fingið frá venjarum og meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart.



- Ein skal vera fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið

Men hvat hendir við teimum ungu leikarum, sum verða vrakaðir av liði sínum og hava onga útbúgving?

- Ungir fótbóltsleikarar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði.

Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga skuldi verðið vrakaður uttan at hava nakra útbúgving, sigur Lennie, at tað er heilt víst fleiri leikarar, sum uppliva júst hatta.

- Tað er í roynd og veru so fáir leikarar sum fullføra tað, sum allir droyma um, nevniliga at gerast fulltíðar yrkisleikarar við stórum feløgum, so ein má vera til reiðar til ikki at megna tað.

Tá prátið kemur inn á skaðar og annað, sigur Lennie, at um tað knappliga ein dag skuldi borið so á, at hann gjørdist skaddur fyri lívið, hevði hann farið at arbeitt í handlinum hjá pápa sínum.


Hvørjar eru framtíðarætlanir tínar innan fótbólt?

- At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt at verða sera torført. Í løtuni spælir Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier League liðið.


Hvat er kravið hjá tær og hjá ungum fótbóltsleikarum sum heild, um teir skulu fullføra sín dreym?

- Tað ræður um at vera fótbóltsleikari 24 tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin kemur sovandi til nakað.

Vit hava ferð eftir ferð sæð bretskar leikarar havt trupulleikar uttanfyri vøllin, og av mongum kann eg nevna t.d. Paul Gascoigne og fyrrverandi Manchester United stjørnuna George Best, so tað er ikki av tilvild, at Lennie sipar til júst hetta.

Til seinast ynskja vit 16 ára gamla málmanstalentinum úr Chelsea, Lennie Pidgeley, alt tað besta í framtíðini, og vóna at hann ein dag fullførir dreym sín. Minst til navnið Lennie Pidgeley, tað kann knappliga koma á sjónvarpsskíggjan ein leygardag seinnapart heima í stovuni.....