? Løgtingið skal ikki leggja seg út í verkfallið hjá lærarunun.
Tað støðu hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hóast arbeiðssteðgurin í fólkaskúlanum nú hevur vart ein heilan mánaða.
Hann sigur, at Lærararnir hava samráðst seg til ein verkfalsrætt og tann rættin skulu vit virða.
? Tað ber ikki til, at Løgtingið nú skal taka hendan rættin frá felagnum aftur, ?bara? tí at verkfallið er longri, enn vit vilja, sigur Karsten Hansen.
Hann harmast um støðuna, sum hevur tikið seg upp.
Men hjá honum er ongin ivi um, at tað er Lærarafelagið, sum hevur bóltin og eigur at taka stig til samráðingar.
Landsstýrismaðurin sigur, at beinanvegin, semingsroyndirnar slitnaðu fyrstu ferð, spurdu semingsmenninir, um partarnir vóru sinnaðir at halda fram.
? Vit søgdu ja, Lærarafelagið segði nei.
?Síðani hava tvey uppskot ligið frammi um, hvussu vit sleppa víðari við samráðingunum, men báðu ferðina søgdu lærararnir nei og vit søgdu ja.
? So tá ið bæði skúlabørn, foreldur, og onnur, siga, at tey stuðla lærarunum, eiga tey at gera sær greitt, at tey stuðla einum felagi í ikki at vilja samráðast, leggur fíggjarmálaráðharrin afturat.
? Men at nokta fyri at samráðast, er at taka verkfalsrættin ov bókstaviliga, sigur hann.
Ikki givið upp
Men Karsten Hansen leggur afturat, at tey hava ikki givið upp og at tey royna hvønn dag at finna nýggjar vinklar í málinum so at samráðingarnar kunnu verða tiknar upp aftur.
Men hann leggur dent á, at samráðingarnar eru við fíggjarmálastýrið og tað er ongin ósemja við Undirvísingar- og Mentamálastýrið um tað.
?Men so leingi Lærarafelagið ikki vil samráðast, fáa vit onki gjørt.
? Tað, sum er hent í hesum samráðingunum, er , at Lærarafelagið hevur tikið tað sum sína uppgávu at gera av fyri løgtingið, hvussu nógv fólkaskúlalógin skal kosta og, hvussu hon skal setast í verk.
? Tað er at fara útum sínar heimildir og tað kann fáa avleiðingar fyri onnur øki í samfelagnum, sum vit kunnu hugsa okkum til.
? Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hvørki hevur, ella skal hava heimild til at áleggja løgtinginum til at seta eina ávísa upphædd av til ymisk endamál.
? Tað er at flyta lóggevandi valdið úr tinginum og tað er at máa støðið undan fólkaræðinum.
Landsstýrismaðurin sigur, at lærararnir fáa løn fyri fulla tíð. So er bara spurningurin, hva vit fylla í hesa arbeiðstíðina.
Hann sigur, at hann dugir ikki at hugsa sær nakran annan stovn, har tey leggja arbeiðið niður, tí at løgtingið hevur álagt teimum fleiri uppgávur, uttan at tey halda, at tann neyðuga játtanin fylgir við, tí øll gera, tað tey kunnu innanfyri teir karmar, sum eru, og so kunnu tey ikki gera meir.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur, at tað, sum skal til, fyri at fáa gongd á, er ein spurningur um vilja.